Stevnuróður í Sørvági: FM-kappróðurin, sum skuldi byrjað klokkan trý, er útsettur ein tíma vegna tekniskar trupulleikar úti á startinum. Starturin vil ikki liggja, sum menn vilja hava hann at liggja. Eisini fekk ein alibátur um skrúvuna úti á startinum.

Norðlýsið hevur leitað sær vestur í Sørvágs í dag at fylgja við kappróðrinum. Serliga verður dentur lagdur á bátarnar úr Klaksvík.
Sum nú er byrjar kappróðurin ikki fyrrenn klokkan fýra, helst seinni. Úr útvarpinum hoyrist at hendan klokkutíðin heldur fyribils.
Fyrst í røðina at rógva eru ‘masters’ og síðani eru 5-mannafør dreingir, har Fípan Fagra í Klaksvík er umboðað.