Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Letur ikki illa at garna fiskiskapinum

Oliver Joensen

Hjaltur Poulsen, skipari umborð á Ågot, sigur, at teir skulu ikki klaga um garnafiskiskapin í ár.

Ågot fiskar við gørnum og hava roynt við hesum síðani hálvan januar. Hjaltur Poulsen er skipari og ein av eigarunum á Ågot.

– Vit hava frystilast og royndu áðrenn við línu, har vit royndu eftir brosmu og longu. Tað riggaði fínt, men so fall prísurin. Tí skiftu vit reiðskap og fóru við gørnum. Tað hevur gingið á einari leið. Tað hevur verið javnt fiskarí, har vit hava ligið um 20 tons fyri hvørja landing, sum er 14. hvønn dag. Vit eru vanliga 4-5 dagar úti og so heima 2 dagar. Vit plaga at royna at passa tað soleiðis, at vit eru heima í vikuskiftinum, tá familjurnar hava frí, sigur Hjaltur Poulsen við Norðlýsið.

Hann var umborð á Ågot, tá hesin landaði á Norðhavnini í morgun.

– Vit fáa nærum bara svartkalva og so eitt lítið sindur av toski. Prísurin liggur um 30 krónur í miðal fyri svartkalvan, so inntøkan er í ordan. Vit eru 8-9 mans umborð og í ár hava vit havt sama fólkið allatíðina. Nú kemur summarið og tá vilja menn fara í feriu, men vit skulu ikki klaga, tí vit hava havt støðuga manning, sigur Hjaltur Poulsen. Hann sigur, at í løtuni hava teir ongar ætlanir um at fara aftur til línu fiskiskap, men at hetta allatíðina er ein spurningur um, hvussu prísirnir eru.

Ågot fer aftur til fiskiskap í kvøld.