Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan Klakkstein sjeyti

Svágur og næsti granni

Týsdagin 16. juli fyllir Jógvan Fróðin Klakkstein í Klaksvík sjeyti ár.


Týsdagin 16. juli fyllir Jógvan Fróðin Klakkstein í Klaksvík sjeyti ár.
Tølini siga at hann er borin undir seinna heimsbardaga tá hurrandi hernaðarflogfør herjaðu heimstaðin. Brestandi bumbur vórðu atvoldin til at húskið noyddist at flyta úr Vági yvir á Heygar at vera hjá skyldfólki fyri eina tíð. Jógvan er tískil føddur í útlegd yviri á Heygum. Hetta er ikki eindømi um barnsferð í útlegd. Søgn er at Kristian bóndi í Vági var borin í heim í Ritudali vestantil í Vágshaga, har fólk leitaðu sær skjól, tá tey í ræðslu flýddu undan fremmandum ránsmonnum. Enn sæst farvegur av toftunum í Ritudali. Jógvan bóndi í Innistovu, sum var abbi føðingardagsbarnið, var sjeyndi maður eftir Kristian í Ritudali.

Sum flestu vágsdreingir fór Jógvan at venja og leika við KÍ. Tað var undir leiðslu John Reids at hann vann føroyameistaraskapin í dreingjadeildini í 1959. Eisini vardi hann málið hjá 1. liði nøkur av gyltu sekstiárunum og var partur av stolta og sigursvanda 66 liðnum. Tann mest hendingaríka dystin leikti hann norðoyastevnudag 1968 móti B36. Hetta mundi vera ein av teimum fáu ferðunum at pápin, Heini í Vági, fór á plenuna. Pápin varð sendur, við boðum úr Havn, at biðja málmannin skunda sær suður eftir dystarlok, tí konan hevði fingið verkir – hon skuldi føða barn á Dronning Alexandrines Hospital, sum tað æt tá í tíðini. Jógvan leikti sín seinasta dyst á 1. liði móti danska divisjónsliðnum B1909 úr Odense. Tað var í juli 1970.

Jógvan er av kvikastu vágsmonnum. Hann er við at reka og rætta bæði summar og heyst hjá skyldfólkum í Innistovu. Honum dámar best at møta fyrstur og at ganga fremstur, tí hevur hann ódnina í erva við besta útsýninum. Tað kemur fyri at teir noyðast at taka uttanrætta og til tað er Jógvan góður – treystur og treiskur, ágrýtin og álítandi.

Eftir loknan fólkaskúla gekk hann á Svendborg Sømandshøjskole. Hann mynstraði umborð á Karin K sum deksdrongur á sumri 1961. Hesin fyrsti túrurin vardi 13 mánaðir og 20 dagar.
Á sumri 1965 skifti hann reiðarí og fór at sigla við donskum skipum úti í stóru verð. Drúgvasta siglingsskeiðið vardi 15 mánaðir og 25 dagar frá mai 1966 til september 1967.
At kontraktirnar hjá sjófólki eru broyttar og bøttar kann Jógvan vátta, hann sigldi og var burturi og heimanífrá seks fylgjandi jólahøgtíðir.

Tá Jógvan hevði fingið siglingstíðina fór hann á sjómansskúla. Hann giftist Elsebeth Sofíu Jacobsen á Varpinum í Klaksvík, tey vórðu hjúnavígd í prestagarðinum á Ziskatrøð. Tey settu búgv í Havn, fyrst á Hetlandsvegnum, síðani eitt stutt skifti í Brøttulíð og síðsta árið í Havn búleikaðust tey Yviri við Strond. Hetta er um sama mundið sum sonurin Hans verður føddur.
Skúlaárini í Havn koyrdi hann á motorsúkklu. Eini MZ 150. Væl dámdi honum at koyra langar túrar í frítíðini, ílatin jakka og leðurhandskar fór hann vestur um Velbastaðháls at kaga vestur í hav og til Kirkjubøar at skoða Múrin.

Tey fluttu til Espergærde á Norðursælandi. Jógvan fór at sigla við reiðarínum Dansk Esso, har starvaðist hann í 15 ár. Triðja árið í Danmark verður yngri sonurin Andreas føddur.
Eitt skeið miðskeiðis í áttatiárunum sigldi hann hjá reiðarínum Global Chemical Tankers, hann førdi kemikaliutangaskipið Cape Island, sum var skrásett í Klaksvík. Sostatt endaði hann sína siglingssøgu har hann byrjaði. Familjan flutti aftur til Klaksvíkar.

Miðskeiðis í áttatiárunum gjørdist hann havnarmeistari hjá Klaksvíkar havn, har hann starvaðist fram til pensjónsaldur. Tó hevur hann ikki slept endanum. Eru boð eftir honum er hann fúsur at taka fatt. Enn treiskast hann við kaikantin har hann hegnisliga bindur og loysir.

Til lukku við degnum og takk fyri gott grannalag.

Svágur og næsti granni