Maria Damanaki: Í samband við stríði við Føroyar um norðhavssildina kann eg vátta at tiltøk verða sett í verk móti Føroyum við endan av hesum mánaðinum. Í samband við stríðið um makrelin har Føroyar og Ísland hava sett sær sjálvum kvotu so kann eg vátta at kommisjónin nú arbeiður við at seta handilstiltøk í verk móti Føroyum og Íslandi sum skullu raka makrelfiskiskapin longu í summar. Vit eru ikki í samráðingarstøðu við Føroyar, segði Maria Damanaki m.a.
Maria Damanaki: Í samband við stríði við Føroyar um norðhavssildina kann eg vátta at tiltøk verða sett í verk móti Føroyum við endan av hesum mánaðinum. Í samband við stríðið um makrelin har Føroyar og Ísland hava sett sær sjálvum kvotu so kann eg vátta at kommisjónin nú arbeiður við at seta handilstiltøk í verk móti Føroyum og Íslandi sum skullu raka makrelfiskiskapin longu í summar.
Tað var ein harðmælt og avgjørdur kommiserur sum fyri løtu síðan kunngjørdi at handilstiltøkini móti Føroyum verða sett í verk um mánaðarskifti og tiltøk móti Føroyum og Íslandi í samband við makrelin fara at virka í summar.
– Vit kunnu ikki lata vertstíðina í ár fara aftur við borðinum – vit mugu steðga Føroyum og Íslandi nú og tit fara at frætta meira um hetta áðrenn kommisjónin ferð í summarfrí, segði ein sera avgjørd Maria Damanaki á tíðindafundi í Bruxell fyri løtu síðan.
Hon váttaði samstundis at Íslendski forsætisráðharrin kemur á fund við ES formansskapin í morgin, at umrøða støðuna.
Spurd um hvørji handilstiltøk talan er um, segði Maria Damanaki at tað fáa vit at vita um mánaðarskiftið.
Hon undirstrikaði at ES var ikki í einari tilgongd til samráðingar við Føroyar í løtuni.
Sí video niðanfyri frá tíðinda fundinum fyri løtu síðan.




