Tað er heldur sjáldsamt, at síggja 4 systkin saman við pápanum í somu manning, har enntá tvey av teimum eru konufólk, tá vit skriva ár 2013.
Tað er heldur sjáldsamt, at síggja 4 systkin saman við pápanum í somu manning, har enntá tvey av teimum eru konufólk.
Sunnudagin fór Norðborg til fiskiskap aftur. Tað er soleiðis, at nú summarferia er og bæði skúlanæmingar hava frí og fleiri av føstu manningini vanliga ynskja at taka eina feriu, so er vanligt at nakað av útskifting er umborð á fiskiskipum. Umborð á Norðborg hendi tað heldur sjáldsama – tá vit tosa um 2013 – at 4 systkin saman við pápanum vóru partur av manningini, sum fór til makrel fiskiskap. Av teimum systkjunum vóru enntá tvey konufólk, ið eisini er óvanligt í 2013. Jón Rasmussen er eigari og skipari umborð á Norðborg og afturat honum vóru børnini Elsba Jónsdóttir Lervig, Kristian Martin Rasmussen, Jona Elisa Rasmussen og Mortan Rasmussen.
Norðborg roynir eftir makreli undir Føroyum og samtrolar við Christian í Grótinum. Myndin er tikin, beint áðrenn Norðborg loysti sunnudagin.




