Long myndarøð frá roytingini á Strond: Tað gekk av tí besta, tá teir vóru á fjalli á Strond hóskvøldið.
Long myndarøð frá roytingini á Strond: Tað gekk av tí besta, tá teir vóru á fjalli á Strond hóskvøldið.
“Tað var ikki ein kleyv eftir úti”. Soleiðis kundi ein sagt um fjallgonguna á Strond hósdagin. Hvør orsøkin var er ringt at meta um, men seyðurin var óvanliga góður at fáast við hendan dagin. Tað einasta sum slapp í rakstrinum var ein ær, sum einki lamb hevði.
Í Strandahaga eru tvær gongur og hendan dagin bleiv bara tann norðara tikin. Farið var avstað kl. 14.00 og kl. 20.00 var alt liðugt at hagreiða. Summir av fjall monnunum hendan dagin hava gingið á fjall á Strond í 30-40 ár, meðan annar partur av fjallmonnunum var ungt fólk. Myndirnar eru tiknar frá túrinum í frálíku líkindunum í dag. Um seyðin er at siga, at hann sum heild var væl filaður og lombini vóru kanska eitt vet størri enn eitt miðal ár. Nú er so spurningurin, hvussu veður, gróður o.a. fer at hilnast fram til heystið, tá slaktið er fyri.
Røktingarmaður og bóndi á Strond er Petur Andreasen.
Fyri at síggja rætta raðfylgju av fjallgonguni í myndarøðini, so er neyðugt at byrja við seinastu myndini, tá farið verður avstað og síðani bakka allan vegin til seyðurin er farin út aftur í hagan.




