Harley
Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Video: Kurt avgjørdi klassikaran í 2002

Jákup Ósá

Norðlýsið hevur leitað enn ein legendariskan dyst millum KÍ og HB. Hesaferð í 2002.

Norðlýsið hevur leitað enn ein legendariskan dyst millum KÍ og HB. Hesaferð í 2002.

Tað var í 2002, at KÍ og HB møttust í fyrsta 11. umfarinum, sum var fyrsta umfar eftir summarsteðgin. Undan dystinum lá HB 4 stig frammanfyri nummar 2, meðan KÍ lá á 5. plássi við 6 stigum upp til HB. Tískil var tað eitt krav hjá KÍ at vinna dystin fyri at kom við í FM stríðið.

Á KÍ liðinum er merkisvert at síggja, at 4 av teimum 11 fyrstu mest sannlíkt eisini eru millum teir fyrstu 11 sunnudagin, tá KÍ og HB møtast 11 ár seinni. Meinhardt Joensen, Atli Danielsen, Heðin á Lakjuni og Hjalgrím Elttør vóru allir við frá byrjan í 2002. Annars var KÍ liðið hetta: Meinhardt Joensen, Atli Danielsen, Ove Nysted, Símun Joensen, Rúni Elttør, Allan Mørkøre, Jan Joensen, Allan Joensen, Hjalgrím Elttør, Heðin á Lakjuni og Bjarte Vattelstad. Í seinna hálvleiki komu Harley Bertholdsen, Kurt Mørkøre og Erling Fles eisini á vøllin. Á bonkinum uttan at koma inn sótu John William Joensen og Jan Andreasen. Leikandi venjari var Kurt Mørkøre og hjálparvenjari var Dánjal Jákup Joensen.

Á HB liðinum er bara Andrew av Fløtum, sum framvegis er við. HB liðið hendan dagin var hetta: Bárður Johannesen, Tór-Ingar Akselsen, Jóhannus Joensen, Nicu Dogaru, Janus Joensen, Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Bjarni Jørgensen, Rógvi Jacobsen, Jón Rói Jacobsen og Andrew av Fløtum.

Í seinna hálvleiki komu Ingi Rasmussen og Eyðun Samuelsen á vøllin. Á bonkinum uttan at koma inn sótu Jan Dam, Bernhard Petersen og Pól Næs Joensen. Venjari hjá HB var Ion Geolgao, meðan Kári Nielsen var hjálparvenjari.


Upptøkurnar eigur Ólavur Wolles. Ljóðið er tikið frá ítróttartíðindunum hjá Kringvarpinum, har Suni Merkistein tekur samanum.

Harleywoodpaint