Spyr Birgir Kruse, tá hann bloggar um føroyska grinda mentanina mótvegis útlendingum, sum viðmerkja í miðlunum.
Hetta er ein hin fyrsta myndin eg tók við einum talgildum myndatóli av speglrefleks slagnum. Hugvekjandi haldi eg. Men kanska er tað bara galdandi, um tú ert úr Føroyum og hevur sæð blóð á sjógvi. Norðlýsið hevur lagt nýggjar grindamyndir frá drápinum á Viðvík í gjár út á heimasíðuni 130 hval løgdu beinini. Meðan tey lokalu eru fegin um eitt kók, eru fremmandafólk í øðini og ynskja okkum øll hagar pipari grør. Heimasíðan hjá Norðlýsinum er útbygd til eisini at fevna Facebook, so navnsnevndir persónar um allan heim kunnu kommentera. Tað verður eisini gjørt. Ikki tí tey duga føroyskt ella dagliga lesa Norðlýsið, men tí at onkur í netverkssamfelagnum sigur teimum frá. Og so er øði í grindini, heldur enn dialogur.
Les allan bloggin hjá Birgir Kruse HER




