Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fløgu framløga og listaframsýning í Norðoya Sparikassa í Fuglafirði í dag

Tíðindaskriv

Í dag kl.15.00 kunnu fólk støkka inn á gólvið í Norðoya Sparikassa í Fuglafirði til eina áhugaverda framløgu hjá 11 ára gomlu Mariu á Lakjuni:.

Í dag kl.15.00 kunnu fólk støkka inn á gólvið í Norðoya Sparikassa í Fuglafirði til eina áhugaverda framløgu hjá 11 ára gomlu Mariu á Lakjuni:. Hon er dóttir Martu og Eyðun á Lakjuni og syngur løg av fløguni, ið hon gevur út henda sama dag. Pápin, Eyðun, ið spælir undir, hevur gjørt tey flestu løgini, ið Maria syngur.

Maria selur og signerar fløgur eftir framførsluna.

Samstundis letur fuglfirðingurin Jógvan Andreas á Brúnni upp listaframsýning í Norðoya Sparikassa.

Jógvan Andreas á Brúnni hevur áður havt nógvar framsýningar bæði í Føroyum og uttanlands. Sum smádrongur teknaði hann nógv, seinni fór hann undir at mála. Hevur fingið sær útbúgving bæði í Danmark og í Bretlandi.

Seinasta framsýning hansara var í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.

Framsýningin er opin, tá ið Norðoya Sparikassi er opin.