Anfinn Olsen, reiðari, sigur við Norðlýsið, at trupulleikar hava verið við spølunum umborð á Akrabergi.
Akraberg loysti hóskvøldið og skuldi til makrel fiskiskap. Men hálvt annað døgn seinni var skipið heima aftur. Teir sluppu ongantíð at fiska, tí trupulleikar vóru við spølunum. Síðani hava teir ligið í Fuglafirði og arbeitt við trupulleikunum. Anfinn Olsen er reiðari og hann dugur ill at meta um, nær skipið kann fara til fiskiskap.
– Vit hava trupulleikar við spølunum og vita í løtuni ikki, hvat er galið. Tað er tað, sum vit í løtuni royna at finna útav. Nú bíða við í tveir dagar eftir deilum. Men vónandi og væntandi ganga ikki nógvir dagar, áðrenn vit kunnu fara avstað aftur, sigur Anfinn Olsen við Norðlýsið.




