Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinsummardagar á Sandi

Tíðindaskriv

Kom og runda summarið av heima á Sandi.

Sands kommuna skipar saman við áhugafeløgum fyri seinsummardøgum á Sandi 23. og 24. august.

Hesar dagar verður høvi at uppliva tveir spennandi dagar á Sandi.

Á skránni verður mangt stuttligt og áhugavert, bæði fyri børn, ung og vaksin.

Millum annað verður málningaframsýning, kirkjukonsert, fiskikapping, skjótikapping, sølutorg, gongutúrur, hoppiborg, fyrilestur og góður dansur á kvøldi, bara fyri at taka úr rúgvuni.

Leygarmorgunin verður stórt morgunmatarborð, har undirhald eisini verður á skránni.

Sands kommuna skipaði fyri líknandi tiltaki í 2011, og varð tiltakið sera væl vitjað bæði av oyggjafólki, fólki við tilknýti til oynna, og eisini av fremmandafólki, sum leigaðu sær summarhús til høvið.

Skráin verður kunngjørd í komandi viku.

Sands kommuna bjóðar øllum at verða hjartaliga vælkomin heim á Sand at hugna sær í døgunum 23. og 24. august.