Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Harðligt stríð millum læknar og landslæknin finst at viðurskiftunum á føðideildini

John William Joensen

Tann 8. februar í ár sendir Landslæknin eitt bræv til Landsstýrismannin í Heilsumálum har m.a. verður mælt til at niðurleggja føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsið. Tilmælið er skrivað hóast landslæknin er vitandi um, at grundleggjandi ósemju millum ymisku fagbólkarnar á Føðideildini er um, hvussu føðideildin eigur at verða skipað. Í brævasamskiftið sæst, at læknar meta tað sum fyriferst á føðideildini á Landssjúkrahúsinum at verða skilaleyst og samskiftið er so harðligt, at jarðarmøðurnar nokta at møta á fundi í serligu føðiskipanarnevndini at kjakast um leiðslubygnaðin, tí tær meta hetta verða nyttuleyst. Tilmælið frá Landslæknanum rør undir, at taka partí við læknunum á Landssjúkrahúsinum við at barnakonur eiga at verða undir ábyrgd av serlækna og ikki jarðarmøðrum frá tí barnið er gitið til tað kemur í verðina.

Tann 8. februar í ár sendir Landslæknin eitt bræv til Landsstýrismannin í Heilsumálum har m.a. verður mælt til at niðurleggja føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsið. Tilmælið er skrivað hóast landslæknin er vitandi um, at grundleggjandi ósemju millum ymisku fagbólkarnar á Føðideildini er um, hvussu føðideildin eigur at verða skipað. Í brævasamskiftið sæst, at læknar meta tað sum fyriferst á føðideildini á Landssjúkrahúsinum at verða skilaleyst og samskiftið er so harðligt, at jarðarmøðurnar nokta at møta á fundi í serligu føðiskipanarnevndini at kjakast um leiðslubygnaðin, tí tær meta hetta verða nyttuleyst. Tilmælið frá Landslæknanum rør undir, at taka partí við læknunum á Landssjúkrahúsinum við at barnakonur eiga at verða undir ábyrgd av serlækna og ikki jarðarmøðrum frá tí barnið er gitið til tað kemur í verðina.

Sambært avgerð um skipan av ljósmøðravirksemi í Føroyum frá 2007, eru barnakonur undir ábyrgdararøkinum hjá ljósmøðraskipanini og tað merkir millum annað, at tað eru ljósmøðurnar sum avgera, nær ein barnakona hevur brúk fyri at koma undir læknaviðgerð.

Ment hetta eru læknar á Landssjúkrahúsinum sera misnøgdir við, tí teir meina at ljósmøðraskipanin eigur at verða undir ábyrgd av serlækna soleiðis, at tað altíð er ein serlækni sum hevur seinasta orðið viðvíkjandi barnakonum.

Jarðarmøðurnar hinvegin vísa á at skipanin leggur upp til samstarv millum ymisku fagbólkarnar eins og gjørt verður í flestu londum, men at tað eru jarðarmøðurar sum sambært útbúgving og royndum eru serfagligi kunnleikin á økinum. Tað er tí púra burtur við, at annar fagbólkur enn jarðarmøður skulu taka avgerð á innan hetta økið.


Støðan í Danmark, Norra og Íslandi

Av ti at samskiftið og samstarvið í føðiskipannarnevndini millum jarðarmøður og læknar á Landssjúkrhúsinum endaði við, at jarðamøðurnar noktaðu av møta á fundi, skrivaðu tveir læknar bræv til Landslæknan við áheitan um, at hesin tók málið upp til viðgerar og samstundis kannaði, hvussu økið var skipað í grannalondunum.

Í samskiftinum sum Landslæknin hevur havt við samstarvsfelagar sínar í grannalondunum sæst, at í Íslandi er tað ein yvirlækni og ein jarðarmóður sum deilast um ábyrgd og skipað økið.

Í Norra verður eisini arbeitt í tøttum samstarvið millum ymisku fakbólkarnar, men har eru nógv ymisk tilboð til barnakonur sum verður skipað í ymisku regiónunum soleiðis at ynskini hjá barnakonunum eru í fokus og vanligir barnsburðir, sum ganga uttan trupuleikar, eru undir ábyrgd hjá jarðarmøðrum. Lógin leggur dent á, at tilboðini til barnakonur skulu verða fjøltáttað, men í einari greiðari skipan, har samstarv er við neyðuga tilbúgving, um brúk er fyri tí.

Í Danmark eru so at siga allir barnsburðir á sjúkrahúsið og her undir felags ábyrgd millum serlæknar og jarðarmøður. Í svarinum til Landslæknan skrivar eindarstjórin í danska heilsuverkinum, at stórur dentur verður lagdur á ekspertisuna hjá ymisku fagbólkunum og hóast føðingarnar eru á sjúkrahúsi fyri tað mesta, so eru tað jarðarmøður sum hava sjálvstøðugan serkunnleika á økinum. Tí er avgerandi neyðugt við tøttum samstarvið millum fagbólkarnar.


Landslæknin onga niðurstøðu

Vísandi til støðuna í londunum kring okkum mælir Landslæknin heilsumálaráðnum til, at leiðslan á føðideildini á landssjúkrahúsinum kemur at fevna um ein serlækna, jarðarmóður og sjúkrarrøktarfrøðing.

Hann vil tó einki siga um hvør skal hava yvirábyrgd, men heldur at hetta er endaliga ein ábyrgd hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum.


Men í brævinum skrivar Landslæknin til Karsten Hansen (8. Februar)

….Eg eri vorðin ørkymlaður av gongdini seinastu tíðina um upplýsingum og sjónarmiðum, sum eru komin fram í Føðiskipanarnevndini um tvørrandi samstarv og ósemju um leiðsluskipanina á Føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Ein vælvirkandi leiðsla er eftir mínum tykki fyrsta fortrytin fyri eini vælvirkandi sjúkrahúsdeild….

Landslæknin skrivar í brævinum at støðan á føðideildini á landssjúkrahúsinum kann hugsast at elva til ótryggleika á øðrum stigum (fagbólkum) eitt nú hjá kommunulæknum og GIGNI, tá bæði føðilækni og barnalækni á Landssjúkrahúsinum hava tað fatan, at føðideildin ikki riggar nóg væl.


Samskifti á Landsjúkrahúsinum

Læknarnir á landssjúkrahúsinum vilja sleppa at bestemma yvir føðideildini og jarðarmøðrunum, sæst á samskifti, sum Norðlýsið hevur fingið innlit í – og tað er hetta kríggið sum á ein løgnan hátt hevur fingið landslæknan at tilmæla, at føðideildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið var niðurløgd, og at tilmælið nú er gjørt um tað sama á Suðuroyar Sjúkrahúsið. Hóast londini kring okkum hava ymiskar mannagongdir og skipanir, skullu føroyskar barnakonur eiga undir eftirlitið av serlæknum á Landssjúkrahúsinum er bílæti ein fær av samskiftinum.

…….

Jensa Simonsen, virkandi deildarljósmóður og Ruth Vang virkandi leiðandi ljósmóður skriva m.a. í beinleiðis brævið til Landslæknan;

… Tað er í nevndini grundleggjandi ósemja ….. ljósmøðrarumboðini og læknaumboðini standa so langt frá hvørjum øðrum, at vit meta tað verða høpisleyst at fara undir uppgávuna…. skulu undirritaði gera vart við, at ljósmøðraumboðini ikki koma á fund í føðisskipanarnevndini at luttaka í einum møguligum arbeiði við at finna loysn á ósemjuni viðv. Føðideildini.

Tann 9. Januar skrivar Annika Hoydal, vegna Ljósmøðrafelagið til Formannin í Føðiskipanarnevndini

…. tað skilst at í nevndini er ført fram, at funktiónin hjá leiðandi ljósmóðirni er ein forðan fyri, at tvørfakliga samstarvið innan barnakonuøkið…. Hetta er ørkymlandi og óskiljandi… at føðiskipanarnevndin setur spurnartekin við leiðslurætt hjá einum fakbólki er ørkimlandi…. hetta skapar ótryggleika….. at nevndin framskundar fundir at viðgera hetta málið júst í einum tíðarskeiði, har eingin leiðandi ljósmóður er í starvi og har ljósmøðraumboðini í nevndini er hálvmannað er uppaftur meira óheppið.

Tann 11. Januar er fundur í Føðiskipanarnevndini

Á fundinum eru Høgni Debes Joensen, Pál Weihe, Steintóra Samuelsen, Fróði Joensen, Bjarta Vilhelm, Jensa Samson, Jannet Poulsend. Nevndin kemur ikki til nakra niðurstøðu, men heitir á Landslæknan um at kanna málið nærri.

Fróði: …. føðideildin virkar ikki optimalt….

Steintóra: ….rættast at inndraga leiðsluna á LS tá talan er um bygnað……

Bjarta: …. kanska er man komin burtur frá tí primera, móður, barnið og trygdina, tá fagbólkar seta seg upp móti hvør øðrum….

Fróði Joensen og Steintóra Samuelsen skriva m.a.:

.. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur gjørt fleiri miseydnaðar royndir at greina og greiða trupuleikan við m.a. drúgvum konsulentstýrdum projektum… núverandi støða er fastlæst og seinastu 6 árini við konsulenti eftir konsulenti hevur ikki borið á mál…. er alneyðugt at umskipað føðideildina so tað umframt núverandi ljósmóðir og sjúkrarøktarleiðara eisini verður ein læknafagligur leiðari…. at alt økið verður -frá tí eitt par ynskir at fáa eitt barn til tað verður sett í verðina – skipað í einari greiðari skipan við felags leiðslu við serlækna, ljósmóðir og sjúkrarøktarfrøðingi, men har serlæknin hevur endaligu avgerðina og fulla fagliga ábyrgd, sum á øllum sjúkrahúsdeildu

Eftir fundi í nevndini tann 9. Noveber skrivar leiðandi ljósmóður og deildar ljósmóður bræv til landslæknan har tær gera vart við, at tær ikki koma á fund í føðisskipanarnevndini um grundleggjandi ósemjuna – tí einki grundarlag er fyri nakrari semju.

Tann 6. Apríl 2013 skrivar Jóan Petur Davidsen, Yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsið til Heilsumálaráðið:

Hann er sera bersøgin um støðuna á Føðideildini á Landssjúkrahúsinum.

…. tað er neyvan nakar sum kann tvíhalda um, at leiðslan á føðideildini hevur hepnast væl við endaleysum tómum fundum sum drena arbeiðsorku… parkera trupuleikar…. støðan í dag er óbroytt/versna hóast nógvar konsulent frágreiðingar og burturmistar millióna upphæddir…. so leingi sum myndugleikarnir finna seg í, at heilsuverkið er víðvøllur fyri fakfelagspolitiskum maktorrustum, kann ikki væntast at nøkur loysn er í eygsjón…… tað er ørkymlandi at eygleiða, hvussu millióna upphæddir verða søplaðar burtur………

LES EISINI:

Smærru sjúkrahúsini umboða einans 9% av samlaðu útreiðslunum til Heilsuverkið