Leygardagin kl. 17.00 skipar Klaksvíkar Býráð fyri móttøku hjá rógvarunum í Klaksvíkar Róðrarfelag.
Serliga hevur Klaksvíkingur gjørt um seg í summar og vann 3. FM heitið á rað hjá 10-mannaførum. Men eisini aðrar manningar hjá KRF hava fingið góð úrslit. Móttøkan verður kl. 17.00 og um viðrar, so verður hon við standmyndina av Fípuni Føgru í miðbýnum. Verður veðrið ikki við, so verður móttøkan í býráðshøllini.
Allar manningar hjá Klaksvíkar Róðrarfelag verða bidnar at møta upp í KRF búnum.
Dagføring leygardag kl. 14.25: Móttøkan verður í býráðshøllini.




