Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

25 ára starvsdag á ESTRA

Tíðindaskriv

8. august 1988 byrjaði Sólvá Olsen í starvi hjá Estra. Fyrstu tíðina arbeiddi hon í bókbandinum, men 1. november 1999 byrjaði hon í læru sum Grafikari og varð útlærd 1. november 2003. Síðani hevur hon starvast sum grafikari og gjørt alskyns grafiskar uppgávur. Síðani 2009 hevur Sólvá verið partur av Vasti-toyminum.

Estra byrjaði at prenta í 1965 og hevur altíð lagt stóran dent á at hava vælútbúgvið fólk innan ymisku økini. Í 2005 løgdu Estra og Vasti saman, og í 2009 flutti Vasti úr Klaksvík til Gøtu, og húsast í dag í sama bygningi. Í fyritøkuni starvast í dag 10 fólk.

Endamál okkara er saman við kundanum at skapa myndina úteftir. Frá fyrsta samskifti við kundan til endaliga boðskapin, bæði á prenti og talgilt.

Vit ynskja Sólvá hjartaliga til lukku við starvsdegnum.