Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lega í Zarepta fyri 18 ár og eldri

Nordlysid

Nú er tilmeldingin byrjað til leguna fyri 18 ár og eldri, sum verður vikuskiftið frá fríggjadegnum 23. august til sunnudagin 25. august 2013.

Nú er tilmeldingin byrjað til leguna fyri 18 ár og eldri, sum verður vikuskiftið frá fríggjadegnum 23. august til sunnudagin 25. august 2013.

Legan fyri tey, sum eru 18 ár og eldri, er ætlað teimum, sum eru farin um ungdómslegualdur, har hesi fáa høvi at hittast eitt hugnaligt vikuskifti í Zarepta í góðari samveru aftur við frálæru úr Orði Guds.

Talan er um ungdómar, sum antin eru byrjaðir at arbeiða, at læra ella nema sær útbúgving, antin her heima ella uttanlands.

Nú nærkast tíðin, har tey, sum lesa uttanlands, fara avstað at byrja eitt nýtt skúlaár, og hóast ein partur er farin av landinum, tá ið legan verður, so eru eisini nøkur, sum náa hesa leguna, áðrenn leiðin liggur út um landoddarnar.

Legan byrjar fríggjakvøldið við nátturða, og hon endar á middegi sunnudagin.

Tilmeldingin til leguna fer fram á www.zarepta.fo.

Harleyfacadeacryl