Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ilt er at byggja borð fyri báru

Oliver Joensen

Henda dag standi eg sum eftirkomari og skarðsfólk í mín føroyska búna, sum er reyður á liti. Hesin litur ímyndar tað unga og fríska lyndi, lív og árræði. Tað havi eg latið vinna á tí dapra og tunga. – Tað segði Óluva Klettskarð millum annað í sera viðkomandi røðu síni tá minnisvarðin á Skarði var avdúkaður.

Henda dag standi eg sum eftirkomari og skarðsfólk í mín føroyska búna, sum er reyður á liti. Hesin litur ímyndar tað unga og fríska lyndi, lív og árræði. Tað havi eg latið vinna á tí dapra og tunga. – Tað segði Óluva Klettskarð millum annað í sera viðkomandi røðu síni tá minnisvarðin á Skarði var avdúkaður.

Góðu skarðsfólk, góðu oyggjafólk og góðu gestir allir! Eg bjóði tykkum hjartaliga vælkomin, sum hava leitað tykkum higar at heiðra forfedrar okkara, sum livdu á hesum stað, til lívið ikki longur orkaði harðbalnu lagnuna.

Henda dag standi eg sum eftirkomari og skarðsfólk í mín føroyska búna, sum er reyður á liti. Hesin litur ímyndar tað unga og fríska lyndi, lív og árræði. Tað havi eg latið vinna á tí dapra og tunga. Tí hóast kuldan hin tollaksmessudag í 1913, so minnast vit í dag eisini ættfedrar okkara, ið her bygdu. Við hesum vakra minnisvarða minnast vit og heiðra vit lív og avrik teirra. Fløggini eru vundin úr hálvari upp í fulla stong!

Hvørt mansbarn í Føroyum man kenna skemtisøguna um skarðsmenninar, ið renna eftir mánanum. Ein skemtisøga um tápulingar, sum ongantíð náa sínum máli. Søgan um menninar, sum renna tind av tindi at fáa fatur á mánanum, er ferðasøgn, sum finst mangar staðir. Men vit hóma kortini álvaran aftanfyri, at stíla høgt gevur sum oftast besta avkastið, tí fagrast eru blómurnar, har ringast er at ganga, sum skaldið tekur til. At vilja hava fatur í ljósinum er ein ljósins søga burtur av. Skyldkona mín í Havn segði mær, at fyrsti føroyingur, sum átti petti av mánanum var eingin annar enn ein skarðsmaður, tað var vísindamaðurin Jóannes Rasmussen, sum átti ein mánastein.

Kanska hevur tað verið myrkleitt her so norðala myrku tíðina á árinum, men tann, ið kennir sólina rísa her norðuri og so fara í kav, hevur valla sæð størri ella vakrari mynd.

Vakurleikin og stórbæri vinna sum onki á hugburðinum, sum hómast í millum teirra, sum onkuntíð umtala bygdina: hví búðu fólk á slíkum stað, hvussu livdi man í hesum avbyrgda og trupla stað langt norður úr fólkaeygum? Men hetta er púra misskilt, eitt øvigt fortekn, tí her er alt og her var alt: djúpir, grønir dalar við síðum grasi og allarbesta avkasti, nakar kann ímynda sær. Vakurleikin letur seg illa latast í orð.

Anna á Skarði fødd í 1903 skrivaði soleiðis um Skarð í einum essay/hugleiðing, ikki dagfest, men sum man vera skrivað á háskúlanum, har hon gekk:

“Heimbygd mín var á Skarði, sum er eystantil á Kunoy; hon er ein frálíka vøkur bygd við fimm stórum dølum, og tá ein so um summarið gongur út í dalarnar, er har ein sovorðin vakurleiki sum nakar kann hugsa sær til. Har eru heiðafuglar, sum flúgva í kring yvir høvdi, og tá ein so hyggur rundan um seg niðri í jørðini, eru reiðrini so tøtt við eggum í.” Hon sigur frá fuglasløgum og umhvørvinum, serliga norðuri á Byrgi, sum hugtekur hana vetrardagar, tá brimið leikar á av tí mesta og stendur í bakkan.

“Bøurin er ógvuliga fruktabærur helst er tað epli og røtur, har vaksa, men kornið har aftur ímóti búnaðist ikki, og tað var av teirri orsøk, at sólskini var ov lítið. Fyri uttan bøin er tað hagin, sum liggur rundan um, hann er frálíka góður bæði fyri neyt og seyð, so at neytini eru ógvuliga feit og seyðurin ikki minni.”

Anna sigur ikki so nógv frá sjálvari vanlukkuni, sum hon tekur til, er øllum kunnug! Hon sigur, at standurin var ringur, og øll rýmdu haðani nøkur ár eftir. Longsul hennara er sterkur “hvar eg so fari um í verðini, so komi eg ikki at fagna so væl sum í heimbygd míni, har vildi eg bæði livað og doyð; hennara vakurleika kann eg ikki meta við nakað sum eg havi sæð og sum eg ikki vænti mær at síggja”.

Longsulin og tilknýtið eru týðilig, tá hon undirskrivar seg Anna K. Joensen á Skarði.

Sjálv eri eg eftirkomari av Skarði. Eg vaks upp saman við abba mínum Karl, sum var 10 ára gamal, tá báturin gekk burtur. Hann sat einsamallur eftir við mammu síni, báðir brøðurnir fórust saman við pápanum við skarðsbátinum, og lítla systirin var deyð nøkur ár frammanundan. Hann og onnur skarðsfólk bygdu býlingin Suðuri á Bakka í Haraldssundi, sum kom at vera skarðsbýlingur burturav. Jákup á Skarði var 14, og teir báðir bygdu lið um lið og gjørdust tíðliga menn. Teir røktaðu hagan á Skarði, hagapartin Fyri Uttan. Hetta hevur gingið í arv í húsunum, til hagin fyri nøkrum árum síðan varð skiftur sundur, og haraldssundsmenn fingu annan hagapartin, og avbygdafólk fingu hin. Fyrst pápi mín, Páll, og Símun, giftur Eriku hjá Jákupi, sídan 3. og nú 4. ættarliðið, langabbasynir Karls og Jákups á Skarði.

Lívið á Skarði hevur tí altíð livað sítt egna lív í Haraldssundi.Tætta tilknýtið til hetta umhvørvið er til enn, og eitt sindur av gerandisdegnum hjá teimum gomlu, her búleikaðust. Abbi mín mundi vera um tey 11 ár, tá tey bæði hann og mamman fóru til Haraldssundar at verða. Abbi helt lív í minninum um heimbygd sína allar dagar. Í Haraldssundi var kyndilsmessa høgtíðsdagur, meðan trettandi var hildin á Skarði. Tá segði hann, at folk úr øllum Norðoyggjum komu til Skarðs, og tá var lív á Skarði. Bestu skinsasíður og størstu geldseyðalimir vóru settir á borðið. Tá var skonkt, tíðindi spurd og dansað. Og hjá okkum var eisini størsti høgtíðsdagurin á Skarði hildin. Trettandi var eins og jóladagur. Hin avgamli gamli stakin av Skarði, sum upprunaliga kom av Toftanesi í Lorvík til Skarðs, varð skríddur við kertuljósum í flagglitunum og brann hugnaliga, meðan gamli fortaldi frá fólki og lívinum her norður. Øll í bygdini munnu kenna tær søgurnar, okkurt er til skjals eftir Niels Juul Arge, K.O.Viderø og Símun Hansen. Frásigari av guds náði var hann, altíð við sóma og sorgblídni, og ikki sørt av skemti. So plagdi hann at ganga

sær oman at stovuvindeyganum og hyggja norður í hav. Flygtning kallaði hann seg allar dagar, og onkuntíð kundi hann eisini taka til, hvør stirðil var í Skarðsmonnum, soleiðis at skilja, at nakað væl raskari vóru teir enn haraldsundsmenn. Men hann segði eisini altíð frá, hvussu væl móttikin tey vóru í Haraldssundi. Og vit minnast, hvussu hann gekk um gólvið og hugdi norðureftir, tá hann varð vorðin gamal og ikki longur var við á fjalli, heldur ikki á báti. Ógvuliga lítið var um hann, sum hann gekk og bíðaði eftir monnunum, tá óttaðist hann. Sorgardagur var tað, minnist eg, tá abbi var her norðuri og tók avskeð við bygdina, tí hann ikki væntaði sær at koma aftur. Hjarta hansara var allar tíðir eftir á Skarði. Í teirri tíðini var bygdin og bygdalívið alt, samveran og arbeiðslívið í gerandisdegnum treytaði lívið, bæði til gamans og álvara. So sorgin og saknurin er neyvan at skilja til fulnar hjá okkum nútíðarmenniskjum; vit rundan um tey, ið vuksu upp her, vit hómaðu tað.

Í 1871 fóru fyrstu føroyingarnir til Íslands at rógva út. Ta fyrstu tíðina róðu teir út við árabáti frá skipi, sum lá við akker inni á firðinum. Hetta var um sumrarnar, tá ofta lítið gjørdist við fisk fram við landi her heima. Seinni fóru føroyingar upp á land, fingu sær fastar støðir og róðu út frá landi og seldu fiskin til íslendingar. Uppi á landi fingu føroyingarnir sær samband við bøndur og keypmenn nærhendis, so teir kundu útvega sær onkran bústað og goymsluhús til fisk, agn og annað, teir høvdu fyri neyðini.

Árnfjarðar-Jógvan og aðrir skarðsmenn vóru eisini til lands í Íslandi. Í heimi okkara eiga vit drúgt brævaskifti í millum langabba, Árnfjarða-Jógvan kallaður, hann var úr Árnafirði, men vaks upp í Miðstovuni hjá ommubeiggjanum Áranti, og langommu, Jóhonnu, ættað úr húsunum Uppi Suðuri. Tey bæði bygdu nýggj hús, hjá Árnfjarða-Jógvan kallað, og tann grundin hevur staðið til fyri bert fáum árum síðan í fullari hædd, men er fyri heilt stuttum rapað.

Eg havi tikið hetta brævið fram í dag til tess at lýsa, hvussu tey búleikaðust her, og hvat tey høvdu at dragast við.

Jóhanna skrivar:

24 aug. 1899

Fyrst skal eg takka fyri brævið, tí mær leingist illa eftir at frætta. Tú kanst ætla at eg varð glað fyri myndina, sum líkist tær akkurát. Poul, sonur okkara, kendi teg beinanvegin, og Mikkjal P er eisini glaður fyri myndina. Joen Pauli hevur fingið ein son, hann er føddur 12 juli.

Simon Johannes er afturkomin úr Keypmannahavn, hvat hann skal fara at gera veit eg ikki. Hann er her í eygablikkinum. Teir hava verið í Hvannasundi eftir hvalatvøstið, og ein grind er hildin til vesturi á Vágoynni, 1000 hval, teir drópu í tveir dagar.

Vit eru byrjað at hoyggja og hava fingið tvær sátur, og Jóan P tvær. Í gamla gerði eru níggju sátur. Á Viðareiði eru tey liðug við at hoyggja. Jákup og Kornelius og beiggjarnir eru úti í Svíni og smíðja, men Kornelius er afturkomin. Jákup á Norðoyri livir betur. Heimalambið, sum eg havið havt, doyði fyri Ólavsøku, tú kanst ætlað at Poul varð harmur, tá tað doyði.

Tað sær út til at grógva væl, kálið, sum vit sáddu veksur nógv, men røturnar eru ikki so stórar.

Sonur Jóan Paula eitur Jákup. Gubbar eru Augustinus, Joen Simon, Joen Peter, Simon Pauli, Simon Johannes og Kristoffer. Gummurnar eru Sophie Kathrine og Sunneva.

Góði maður, tú skrivaði, tú komst seint aftur, tí fiskiskapurin var ringur. Tá onkrir av monnum tínum koma heim, vil eg fegin biðja teg skriva mær bræv, og tá vóni eg, tað gongst betur við fiskarínum og tað ikki gerst ov seint, ið hvussu er til Mikkjalsmessu. Tú kanst ætla, eg hugsi nógv um teg, altíð, og mest um heimferð tína.

Jóan Pauli úr Konoy hevur ikki verið her enn, eg sendi honum boð, at hann skuldi ikki koma, meðan tú vart burturstæddur. Teir hava róð nakað út í summar við tveimum bátum og fingið eitt sindur, men ongan kalva.

Annars veit eg ikki meira, Óli í skúla er giftur, og hevði stórt brúdleyp, tað bleiv boðið um alla bygdina og nakað afturat. Poul letur heilsa Pabe mangar gangir, og biður keypa sær bóltin. Men fyrst og síðst veri tú heilsaður frá tíni kæru konu, Johanne Mikkelsen

Liv væl, eydnusama heimferð ynskist tær, jóhanna og synir tínir

Jóhanna, langomma, var sjálvsagt bangin um mann sín og heimferð hansara. Tá hon var um 20 ára aldur sá hon vanlukkuna undir bakkanum, tá skarðsmenn komu aftur við grind innan úr Bø í 1872. Sagt er frá, at takkarsongur hoyrdist inn í stovurnar í Haraldssundi frá hesum seks monnum, sum sigldu framvið við borðfullum báti fyri Guðs stórfingnu gávu. Men ólukkutíð kom ein hamarskjølur í klettin við lendingina, so báturin drakk og sakk. Onki fingu tey gjørt til tess at bjarga monnunum, tí tey ikki kendu til fyrstu hjálp, plagdi abbi mín at siga frá. Menninir druknaðu á sjónum, og summir eftir teir vóru hjálptir á land, 4 doyðu og 2 bjargaðust.

Hetta var aðru ferð, stór bátsvanlukka rakti bygdina í 80 ár. Í 1835 fekk seksmannafarið kastivind og holvdist, og ongin av teimum 6 spurdist aftur, eftir sótu 4 einkjur við 8 ómyndugum børnum. Nú vóru bert 3 dreingir millum 12 og 16 og 2 mans, annar 70 og hin 80!

At langomma var bangin um menninar í húsinum, var ikki løgið. Abbi segði eisini søguna um, tá hann sum smádrongur skuldi sleppa við í bjørgina, og mamman var so bangin, at hon bað pápan bara fleingja hann, ádrenn teir fóru, so fór hann kanska at akta betur. Men gamli var onki fyri at flongja, tí drongurin hevði onki gjørt.

Vøkru orðini úr yrking H. J. Glerfoss, sum nú prýða minnisvarðan, eru bæði døpur og rámandi:

Fyri Skarð við triðja smeiti

vónin hvarv um síðsta leitið,

tá ið sakk í norðhavsbárum

mannkyn alt í bestu árum.

Abbi plagdi mangan at taka til, at í kirkjugarðinum átti hann lítið av slekt. Mannfólkið i familjuni liggur og sløðist á havbotninum, norður gjøgnum sundi og út á Várgrunnin.

Ein teirra á steininum skrivaði hesi orð til faðir sín bert hálvt ár fyri hann doyði.

Tað var annar av synunum hjá Jóhonnu og Árnfjarðar-Jógvan, Poul Hans-Petersen, sum summarið í 1913 var til lands í Íslandi. Hettar eru somuleiðis seinastu orðini frá hesum unglinga.

Skaale den 27 juli 1913. (Nes norðanfyri Seyðisfirðin á Eysturlandinum)

Kære faer.

Jeg ved at du er bange om mig da jeg er saa langt borte fra dig, men jeg har gudsskelov haft det godt, men ingen fisk faaet. Vi har været i 10 dage i Island, og vi har ikke faaet mere end 1000 fisk, men vi skal haabe at det vil blive bedre. Sild er saa forfærdelig, og vejret er af det allerbedste som jeg har set. Det har været stille omtrænt siden vi gig fra Færøerne. Du maa ikke være bange, dersom det bliver godt vejr, saa komme vi ikke hjem førend sidst i september. Vi fik 300 sild i nat, og nu skal vi tage is og vand. Jeg ved ikke noget mere at fortælle dig kære far.

En venlig hilsen til dig min kære far og mor og alle i huset fra din søn

Poul Hans-Petersen.

Vi lever alle godt, og jeg

ønsker eder alle det samme

til jeg kommer hjem, om Gud vil.

Hendan unglinga syrgdu skarðsfólk, og henda unglinga eins og allar hinar minnast vit í dag.

Hvørt einasta av teimum fimm húsunum í bygdini kendi sorgina at kroppi henda feigdardag í 1913 -saman við mongum øðrum í Norðoyggjum, tí tríggir bátar gingu burtur henda lagnudag, tá illveðrið brast á so knappliga, at hesir vandu sjómenn ikki varnaðist, at so fór at gangast við veðrinum.

Vit kunnu bert gita, hvussu tey eftirsitandi munnu hava leitað sær troyst hesi jólini í sálminum hjá Símuni á Skarði Nú ringja kirkjuklokkur so hátt.

Um sorgin veg til hjarta títt fann,

vár Jesus teg aldri gloymir,

og jólaboðið grøða kann

tað sótt, tú í barmi goymir.

Ja, í sálminum eru vit næstan á Skarði, har eru dalar, skørð og gjáir, brim við strond og ísur í skor..

Á permuni á barnablaðnum Ungu Føroyar í januar 1914 stóð sangurin um staran, sum sat kaldur á mønuni og sang eins og hann græt. Símun var ritstjóri á blaðnum, og permuna hevði hann skrýtt við svørtum sorgarbandi. Hesin sangur var yrktur um døpru hendingina. Um vónina yrkir hann: Ta stund hon hvørvur burtur, er lívið styrt og kalt, -og so mundi vera hesi jólini fyri 100 árum síðan, og kuldin mundi vinna á teimum ta løtuna, tey ikki longur hóraðu undan og nøkur ár seinni fóru av bygdini berandi tað tey áttu við teirri 90 ára gomlu Onnu Katrinu í Kongsstovu í leypinum oman á Kleivina.

Bygdin var í menning. Teir mannaðu sjálvir seksmannafar, høvdu áttamannafar standandi í neystinum í Búðadali og høvdu toskalínu. Og sama heystið høvdu skarðsmenn gjørt seg út til útróður við motorbáti. Teir høvdu keypt 31 føtur langan deksbát við motori, skrásettur 24.09.1913, við navninum Fortuna KG 348. Um teir høvdu verið nakran túrin við Fortunu er óvist, men søgur siga, at hesin dagurin, 23 des. 1913, skuldi verða seinasti útróðrardagur við árabáti. Undangongufólk vóru tey í verki, bæði handliga og andliga. Skaldið og háskúlamannin Símin av Skarði tørvar mær ikki at siga so nógv um. Dygdin í skaldaverki hansara talar fyri seg eins og slóðbrótandi virksemi innan skúlagátt á fyrsta føroyska skúla okkara. Navni hansara gamli Símun var av allarbestum jarnsmiðum og tiltikin hegnigur, so smiðjan á Skarði enn livir í avrikum og í minninum.

Men trivnaðurin og framburðshugsjónirnar megnaðu ikki at vinna á avbjóðandi náttúruni. Henda øgiliga og hugtakandi náttúran, sum sæst í yrkingini hjá Símuni á Skarði, tá hann yrkir eina sonett um hetta veldiga Middagsfjall, her omanfyri okkum.

Middagsfjall, við koll’ í lofti hátt

og rótum djúpt í botni jarðarinnar,

í barmi tínum bilgjast kenslur tvinnar:

onnur fødd av degi hin av nátt.

Grundandi tí stendur fjallið grátt:

Hvat er ljós og hvat er myrkursmegi?

Hvat er sorgarvald, og hvat er gleði?

Sami barmur goymir ilt og gott?

Middagsfjall mín huga tíðliga dró,

merki síni mær í sál tað gróv;

gátulyndi mær í barmi bjó.

Valda heimsins grundum fløktar gátur:

sama barmin vitja ljósur látur

og lívsins tungi myrki sorgargrátur.

Ilt er at byggja borð fyri báru. Vit vilja minnast henda ríka stað, og gævi hesin minnisvarði fer at bera minnini um tykkum, ið fórust og um bygdina, sum einaferð lá her og trivnaðist.

Óluva Kettskarð, Skarð 14. juli 2013