Fróði Benjaminsen dylur ikki fyri, at HB leikararnir elska at spæla undir kørmunum í Klaksvík.
Í morgin spæla KÍ og HB landskappingardyst í Klaksvík. HB kemur frá einum tapi seinast, tá Víkingur vann í Gundadali. Men HB hevur framvegis eina greiða leiðslu í Effodeildini. Fróði Benjaminsen er liðskipari og leikandi hjálparvenjari hjá HB.
– Víkingur hevði lagt ein taktikk, ið vit vóru fyrireikaðir uppá. Vit royndu at spæla okkara spæl og teir spældu sjálvandi uppá kontra. Trupulleikin var, at vit ikki fingu revsað teir beinanvegin og teir stóðu annars væl defensivt. Móti endanum fara vit eftir øllum og tá er tað tíverri teir, ið fara avstað við øllum. Tað seinasta málið kemur, tí vit blaka alt fram, sigur Fróði um dystin seinasta sunnudag.
KÍ er eitt gott lið
Hyggja vit eftir stigatalvuni, so má HB metast sum greiður favorittur. Men HB liðskiparin heldur, at klaksvíkingar hava eitt got lið.
– Tey flestu gera okkum til favorittar næstan hvønn dyst. Og tað er man næstan altíð sum oddalið. Hinvegin vita vit, at KÍ er eitt gott lið og raka teir ein góðan dag, so verður tað ein sera trupul dystur. Fyri mítt viðkomandi er tað altíð stuttligt at koma til Klaksvíkar at spæla. Har er altíð nógv fólk, og eg haldi teir flestu leikararnir halda tað vera stuttligt har, sigur hann.
Tá vit til seinast spyrja um, hvat fyri dyst vit kunnu vænta sunnudagin, so sigur Fróði soleiðis.
– Eg trúgvi og vóni, at tað verður ein áhugaverdur dystur hjá áskoðarunum. Vit fara so at gera okkara og so velst um, hvat KÍ ger, sigur Fróði Benjaminsen við Norðlýsið.




