Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So er laksatíðin byrjað á føroysku vøtnunum – hóast seint

Oliver Joensen

Laksateljarin í Leynará vísir, at til kl. 00.42 í nátt eru farnir 37 laksar niðan á um teljaran og tveir laksar eru fiskaðir á Leynarvatni.

Laksateljarin í Leynará vísir, at til kl. 00.42 í nátt eru farnir 37 laksar niðan á um teljaran og tveir laksar eru fiskaðir á Leynarvatni.

Sum sagt frá her áður, so hevur verið bíða ótrúliga leingi eftir villlaksinum í Føroyum í ár. Gamalt var, at hann kom um mánaðarskiftið juni/juli í áirnar og háárstíðin var um Ólavsøkutið. Men í ár kemur laksurin ikki fyrr enn nú um 20 august. So er spurningurin um nøgdina og hvussu leingi.

Peter A. E. Djurhuus, fyrisitingar- og fíggjarleiðari við tekniska skúlan í Tórshan, ið er ein, ið umsitur laksateljaran sigur, at kl. 0042 í nátt fór laksur nr. 37 um teljaran. Peter leggur afturat, at tveir laksar eru fingnir á Leynarvatni, báðir við pilki.

Tá vit vóru við Saksunarvatn fyrrakvøldið, søgdu menn seg ikki vita um nakran, ið var fiskaður har. Men hinvegin segðist at ein ella tveir vóru fingnir í ánni niðan á vatnið.

Tá laksurin er komin í Leynarvatn og Saksunarvatn og laksurin sæst við strendurnar ymsastaðni í landinum, minkar veiðutrýstið á vøtnini eftir sílum.

Eiðisvatn hevur verið nógv vitjað í seinastuni. Mong spyrja hvat menn fáa burturúr at sita soleiðis við vøtnini í tímar – ofta uttan at fáa nakað.

Eg var við Eiðisvatn í gjárkvøldið. Sjálvt um eg fór einsamallur, so fekk eg gott prát við tveir góðar kenningar við vatnið. Harafturat fekk eg gongutúrin runt vatnið, og hann er ikki so stuttur. Grágæs, harur, spógvar og annað mangt kundi eg eygleiða og so náttúruna veðrið og lýsið. Á veg aftur til hús, kundi eg ikki annað enn klikkaja nakrar hissini myndir. Fyrst á Eiðisvatni, vestureftir, norður eftir ímoti mastrini og Slættaratindi og so eystureftir. Út eftir Skálafjørðinum, norður ígjøgnum Djúpini, suður ígjøgnum Kalsoyarfjør, Borðoyarvík. Komin til hús hevði ein bestan hugin bara at sita uttanfyri og njóta okkara ótruligu nátturu.

Jú, tú fært ríkiligt í sekkin um tú fiskar síl!!! Ája, fongurin – trý smá síl um 30 centimetrar, tað størsta tó 35 – feit og góð og tey smakka ótrúliga væl skal eg siga – sílini stóðu fyri spenninginum “kikkinum” og huginum í nátt – uttan teirra dragandi megi hevði túrurin ikki verið av nøkrum. – Alternativið í skýming og myrkri – helst sjónvarp.

Harleywoodpaint