Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landslæknin: Ábyrgdin liggur hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum

John William Joensen

Landslæknin skrivar í brævið til Karsten Hansen, landsstýrismann í Heilsumálum, at stríði millum fagbólkar á Landssjúkrahúsinum kann hugast at skapa ótryggleika á øðrum stigum eitt nú hjá kommunulæknum tá baði barnalækni og føðilækni hava tað fatan at leiðslan á føðideildini ikki riggar nóg væl.

Í viðmerking til fundarvirksemið og brævasamband á Landssjúkrahúsinum skrivar Høgni Debes Joensen, landslækni, soleiðis til Karsten Hansen, landsstýrismann í Heilsumálum:

Eftir míni fatan er tað leiðslan á Landssjúkrahúsinum ið eigur at skipað fyri hvussu deildirnar á sjúkrahúsinum skulu setast saman….

…Eg eri vorðin ørkymlaður av gongdini seinastu tíðina um upplýsingum og sjónarmiðum, sum eru komin fram í Føðiskipanarnevndini um tvørrandi samstarv og ósemju um leiðsluskipanina á Føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Ein vælvirkandi leiðsla er eftir mínum tykki fyrsta fortrytin fyri eini vælvirkandi sjúkrahúsdeild….

….meti eg tað verða neyðugt so skjótt sum til ber at fáa skipað eina fyri allar fakbólkar nøktandi leiðslu á føðideild Landssjúkrahúsins….

Landslæknin skrivar í brævinum at støðan á føðideildini á landssjúkrahúsinum kann hugsast at elva til ótryggleika á øðrum stigum (fagbólkum) eitt nú hjá kommunulæknum og GIGNI, tá bæði føðilækni og barnalækni á Landssjúkrahúsinum hava tað fatan, at føðideildin ikki riggar nóg væ