Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tøkk fyri svari Bárður Nielsen

Absalon í Buð

Skilji nú eitt sindur betur, hví fíggjarlógir og aðrar fíggjarligar avgerðir – hanga so illa saman. Orsøkin er helst hon, gjørdar verða bara partar. Av ”kalkylunum”.

Skilji nú eitt sindur betur, hví fíggjarlógir og aðrar fíggjarligar avgerðir – hanga so illa saman. Orsøkin er helst hon, gjørdar verða bara partar. Av ”kalkylunum”.

Tað er í finasta lagi, hvat tú metir hesir bandittarnir, íð ætla at fíggja, fara at fáa í avkasti. Haldi tú skyldar okkum, at koma við hinum tølunum í roknistykkinum, íð ger tað møguligt, at teir fáa fatur á hesum pengum.

Setið roknistykkið upp einaferð afturat. Við tínum tølum, so vóni eg, tú ert førur, at koma við teimum tølum í mangla.

Hvussu nógvir bilar fara at koyra um døgnið ———————————-

Prisur pr bil x 365 ———————————– ” ”

Rakstur av tunnlinum ———————————— ”

Avdr 1 ári (títt tal ) 14.000.000

Renta (títt tal ) 45.000.000

Avkast ( títt tal ) 144.000.000

——————————————–

Endaligt úrslit av roknistykkinum ???????????

Tá hesi tøl fyriliggja, kunnu vit gera okkum eina meting, um tað fer at loysa seg, at koyra

ígjøgnum Eysturoyar tunnilin.

Vinarliga

Absalon í Buð

Harleyfacadeacryl