Her kunnu venjingartíðirnar hjá øllum liðunum hjá Team Klaksvík síggjast.
Byrjað verður mikudagin 21. august 2013
Team Klaksvík fer í ár fyri fyrstu ferð at venja dreingir 8 ár, tvs. dreingir føddir í 2005/06. Hesir koma at spæla 6 kappingar gjøgnum árið. Teir venja 1 ferð um vikuna, og øll, íroknað foreldur, eru vælkomin at hjálpa til.
Hesar eru venjingartíðirnar:
| Mánadag | Mikudag | Fríggjadag | |
| 14.00 – 15.00 | Dreingir 8 (árg. 2005-06) | Dreingir 10 | |
| 15.00 – 16.00 | Dreingir 14 (árg. 1999-00) | Dreingir 14 | |
| 16.00 – 17.00 | Dreingir 10 (árg. 2003-04) | ||
| 17.00 – 18.00 | Dreingir 12 (árg. 2001-02) | Dreingir 12 |
ALLAR VENJINGAR ERU Í BADMINTONHØLLINI
Tíðirnar kunnu eisini síggjast HER
Tey seinastu árini er hondbólturin vorðin alsamt betri umtóktur – og telist í dag millum heimsins mest skjóttleikandi ítróttargreinar. Ein sera spennandi ítróttargrein, sum hevur rúnarbundið vaksandi áskoðaratalið kring landið.
Hondbóltur er ikki bert ein ítróttargrein, ið verður leikt við høgari ferð. Tað ræður eisini um at vera snildur. At vera væl skipaður,væl samanspældur og tekniskt væl fyri, eru eyðkennir fyri hendan ítrótt, sum verður borin fram av góðum liðanda.
Fyri Team Klaksvík er uppgávan sera greið. Áhugin fyri hondbólti millum tey ungu í Norðoyggjum skal vaksa. Fyrsta treytin er, at tað er stuttligt at spæla hondbólt. Næst stuttleikanum er dygdin í sjálvari venjingini. Dygdargóð og skipað venjing er hornasteinurin undir hondbóltsligari menning, og tískil ein týðandi partur av dagliga degnum í felagnum.
Heri Johnsson, formaður
Tlf.: 59 23 07 www.team-klaksvik.com




