Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Sparikassi størri avlop og útlán

Norðoya Sparikassi

Úrslitið hjá Norðoya Sparikassa fyri fyrra hálvár 2013 var eftir skatt eitt avlop upp á 7,1 mió. kr., sammett við 2,7 mió. kr. fyri sama tíðarskeið í undanfarna ári. Hetta er ein øking upp á 4,4 mió. kr.

Úrslitið hjá Norðoya Sparikassa fyri fyrra hálvár 2013 var eftir skatt eitt avlop upp á 7,1 mió. kr., sammett við 2,7 mió. kr. fyri sama tíðarskeið í undanfarna ári. Hetta er ein øking upp á 4,4 mió. kr.

Úrslitið av vanliga rakstrinum, tá sæð verður burtur frá niðurskrivingum upp á útlán og virðisjavnan, var eitt avlop upp á 9,9 mió. kr., sum er eitt lítið vet betri enn sama tíðarskeið í fjør. Sparikassin væntar framvegis, at úrslitið av vanliga rakstrinum í 2013 verður umleið 20 mió.kr.

Hóast niðurskrivingar upp á útlán upp á 5,2 mió. kr., ið er áleið tað sama sum undanfarna ár, er sparikassin nøgdur við gongdina 1. hálvár 2013.

Ábyrgdarpeningurin rentaður við 6,5 prosentum

Á aðalfundinum í apríl samtykti umboðsráðið at renta ábyrgdarpeningin við í miðal 6,5 prosentum fyri árið 2012. Hesin rentupolitikkur verður óbroyttur fyri 2013. Ábyrgdarar kunnu í mesta lagi eiga upp til kr. 300.000 í ábyrgdarpeningi, uttan at loyvi krevst frá nevndini. Ábyrgdarpeningurin kann uppsigast einaferð um árið.

Avlop av virðisjavnanAvlopið av virðisjavnan var fyrra hálvár 2,4 mió. kr.. Sama tíðarskeið í fjør vísti virðisjavnan eitt hall upp á 1,3 mió. kr. Høvuðsorsøkin til góðu gongdina í virðisjavnanum er, at sparikassin fyrra hálvár hevur havt vinning av fíggjarligumtólum upp á tilsamans 2,5 mió. kr. Sparikassin hevur eftir hálvárið staðfest meginpartin av hesum vinningi.

Størri útlán og minni innlán

Eftir at sparikassin í 2012 vendi innlánsundirskoti til innlánsyvirskot, er eftirspurningurin eftir útlánum aftur farin at merkjast í sparikassanum. Fyrra hálvár 2013 øktust útlánini við 2,5% úr 1.480 upp í 1.518 mió. kr. Innlánini minkaðu við 0,5% úr 1.638 niður í 1.630 mió. kr. Innlánsavlopið er nú 112 mió. kr.

Gjaldførið er gott hóast øll lán eru afturgoldin

Fyrra hálvár 2013 hevur sparikassin afturgoldið restina av láni frá Tjóðbankanum upp á 102 mió. kr. Hóast alt lánið er afturgoldið áðrenn tíðina, so er gjaldførið framvegis gott. Yvirdekningurin í mun til lógarkravið pr. 30. juni 2013 var 143,8%.

Solvensyvirdekningurin 7 prosentstig

Pr. 30. juni 2013 var solvensurin 18,3%, meðan individuelli solvenstørvurin var 11,3%. Solvensyvirdekningurin pr. 1. hálvár 2013 er uppgjørdur til 7 prosentstig.

SÍ PDF_FÍLU NIÐANFYRI