Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VIDEO: John Carter Cash í Spaniastovu

Eirikur Biskopstøð

Sunnukvøldið hevði John Carter Cash, sonur Johnny Cash, konsert í Spaniastovu í Klaksvík. Tað var ein sera góð og hugnalig løta.

Sunnukvøldið hevði John Carter Cash, sonur Johnny Cash, konsert í Spaniastovu í Klaksvík. Tað var ein sera góð og hugnalig løta. Hann spældi nógvar góðar countrysangir og eisini nakrar kendar sangir hjá pápanum. Hann hevur eina góða rødd, sum hóskar væl til countrytónleik, og tað var stuttligt at hoyra kendir klassikarar, sum t.d. “Ring of Fire”. Gittarleikarin, sum framførdi saman við honum, spældi eisini sera væl. Samanumtikið ein sera góð og hugnalig konsert.

John segði eisini frá áhugaverdum søgum um familju hansara og nevndi, at honum dámdi sera væl at vera í Føroyum. Aftaná konsertina heilsaði hann upp á fólk og skrivaði autografar.