Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður eigur at leggja frá sær – so vit kunnu endurreisa álitið á skipanina

John William Joensen

Høgni Hoydal: Tjóðveldi er ikki sinna at samráðast um eina nýggja samgongu! – Støðan er nú so álvarslig at øll hava mist álitið á skipanina og tí eigur løgmaður at leggja frá sær og skrivað út val

Høgni Hoydal: Tjóðveldi er ikki sinna at samráðast um eina nýggja samgongu! – Støðan er nú so álvarslig at øll hava mist álitið á skipanina og tí eigur løgmaður at leggja frá sær og skrivað út val

Formaðurin í størsta andstøðuflokkinum, Høgni Hoydal, er kompromileysur tá hann verður spurgdur um politisku støðuna.

Tunnilsmálið hevur fullkomiliga undirgrava alt álit á politisku skipanina og aftur hesaferð er samgongan avdúka fyri sína ómegd.

Einasti mátin at endurreisa álitið á skipanina er at løgmaður leggur frá sær og útskrivar val skjótast gjørligt.

Hetta hevur enneinaferð staðfest at vit hava als ikki eina fólkaræðisliga skipan tí alt ov nógv vald liggur hjá Løgmanni.

Andstøðan skal sambært tingskipanini hava 17 atkvøður fyri at fáa samtykt eitt misálit og um so verður so kann løgmaður bróta tingviðgerðina av og útskrivað val og eftir at tingið er farið heim verður hann sitandi sum Løgmaður og tá valið er liðugt er tað upp til hann at skipað nýggja stjórn, sigur Høgni Hoydal sum annars vísir til grein hann hevur skrivað um júst hetta evni.

Les meira her

Harleywoodpaint