Eitt fyribilsstarv sum vaktgangandi á MRCC-Tórshavn (Maritime Rescue Coordination Centre) er leyst at søkja.
Starvið umfatar hesar uppgávur :
૭ Skiftandi vaktir og ábyrgd av vaktini.
૭ Tilkallivakt.
૭ Móttaka fráboðanir og taka støðu til hjálparveitingar á føroyskum sjóøki.
૭ Vanligt fyrifallandi arbeiði á vaktini, t.d. skráseta ymiskt í sambandi við tilbúgvingina.
Førleikakrøv:
· Nautiska ella aðra viðkomandi útbúgving.
· Duga at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum.
· Kunnleika til teldur.
Setanartreytir:
Starvið, sum er tænastumannalíknandi, er lønt í 28. lønarflokki sambært avtalu millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið. Starvsheitið er eftirlitsfólk.
Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið, og er tænastustaðurin í løtuni á MRCC-Tórshavn.
MRCC bjóðar:
Eitt avbjóðandi starv, sum virkar undir altjóðareglum hjá IMO og føroyskum lógarverki.
Ískoytislæru um: Leiting og bjarging, og hvussu farast skal fram.
Persónligir eginleikar:
Kunna arbeiða sjálvstøðugt. Vera fyrikomandi og duga at samstarva við allar partar í tilbúgvingini her á landi og í útlandinum.
Meira fæst at vita um starvið:
við at venda sær til MRCC- Tórshavn, tlf. 351302, teldupost manager@mrcc.fo
Umsóknir:
Saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu verða MRCC-Tórshavn, Tinghúsvegur 64, 110 Tórshavn í hendi áðrenn mánadagin 16. september 2013, kl. 12:00.




