Í gjár hoyrdist frá einum báti, ið hevði tikið gott eittúsund havhestaungar. Annars frættist at flestu bátarnir hava fingið útivið so nógv sum teir megnað at taka. Ungarnir eru eisini sera væl fyri í ár. Teir sum reinsa siga, at minni er til av rak havhestaungum í ár enn árini frammanundan.
Á Stongunum niðan við norðara enda á timburhandlinum Borg halda teir til, sum skolda og reinsa, og væl er umgingið. Havhestaungarnir eru sera snotiligir og væl úr hondum greiddir, og tú fært ílidnar havhestaungar ella feskar, sum tær líkar. Sagt verður at fleiri og fleiri steikja feskar ungar. Ein blandingur av søtum fronskum sinnopi blandaður við putisukuri at smyrja havhestahungan inn við áðrenn hann fer í ovnin, skal gera undirverkir.
Í ár verða ungarnir seldir fyri 70 krónur stykkið.




