Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fá pláss eftir til mansleguna í Nesvík

Hannefíða Joensen

Nøkur fá pláss eru eftir til mansleguna, sum verður í Leguhúsinum í Nesvík um vikuskiftið. Allarseinasti møguleiki at tekna seg er hósdagin á middegi. Eftir tað er ikki møguligt at tekna seg til leguna.

Síðsti møguleiki at tekna seg er hósdagin

Nøkur fá pláss eru eftir til mansleguna, sum verður í Leguhúsinum í Nesvík um vikuskiftið. Allarseinasti møguleiki at tekna seg er hósdagin á middegi. Eftir tað er ikki møguligt at tekna seg til leguna.

Legan hevur temaið “modernaði maðurin”, og á leguni verða evni tikin upp, sum eru viðkomandi fyri menn í dag. Tríggir fyrilestrar eru á skránni, og evnini í teimum eru ávikavist “virðing”, “raðfesting” og “ábyrgd”. Eisini eru aðrir aktivitetir: fótbóltur, tónleikur, gongutúrur, góður matur og annað.

Skrá fyri mansleguna sæst her