Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

60+hugnaløta hjá Eldraráðnum í Klaksvík

Hannefíða Joensen

7. september verður dagurin hjá teim eldru í Norðoyggjum. Tá skipa Eldraráðið í Klaksvík nevniliga fyri panelfundi um støðuna hjá +60 í Norðoyggjum.

7. september verður dagurin hjá teim eldru í Norðoyggjum. Tá skipa Eldraráðið í Klaksvík nevniliga fyri panelfundi um støðuna hjá +60 í Norðoyggjum.

Forkvinnan í Eldraráðnum í Klaksvík, Maria Olsen sigur, at Eldraráðið ætlar at vera meira sjónligt í samfelagnum frameftir og harvið varpa ljós á eldrapolitikkin í kommununi millum annað.

Tí hava vit hildið tað vera hóskiligt at byrja við einum slíkum kjakfundi, har eldri og eldrapolitikkurin eru í brennideplinum.

Á panelfundinum, sum verður fyriskipaður leygardagin 7. September kl. 16.00 í Smæruni, sita í panelinum Elsba Lützen fyri Nærverkið, Annika Vágsheyg , Norðoya Røktarheim, Alma Petersen, Landsfelag Pensionista, Jóannes Hansen, studentaskulalærari, hugleiðir um at vaksa upp í Klaksvík.

Dagurin verður skipaður sum hugnaløta við kaffi, te og onkrum afturvið og Alex Sólstein spælir undir til felagssangin.

Eldraráðið er bindilið ímillum tey eldru í kommuni og kommununa og fer framyvir at hava ávirkan á førda eldrapolitikkin. Eldraráðið hevur sent fleiri uppskot til býráði, nøkur av uppskotunum eru frá ráðnum sjálvum, ímeðan onnur eru frá eldri fólki í samfelagnum.

Sum øll vita, so standa kommunurnar fyri at yvirtaka eldraøkið. Hesi uppskot frá Eldraráðnum fara saman við øðrum tilfari at liggja til grund fyri eldrapolitikkinum í kommununi.

Fyrr í ár útskrivaði Eldraráðið eina búmerkjakapping. Úrslitið av hesi kapping verður kunngjørt á fundinum.

Eldraráðið arbeiðir eisini við at stovna aktivitetsbólkar, at hjálpa heimabúgvandi eldri og eldri á bústovnum at menna likamligan førleika.

Skrá:

Maria Olsen, forkvinna Eldraráðsins, bjóðar vælkomin og kunnar um Eldraráðið

Elsba Lützen, Heimatænastan hjá Nærverki, greiðir frá um starv sítt

Annika Vágsheyg, Norðoya Røktarheim (Niðristova), greiðir frá um starv sítt

Alma Petersen, nevndarlimur í Lands- felag Pensionistanna, greiðir frá

Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, hugleiðir um at vaksa upp í Klaksvík

Avdúking av búmerki til Eldraráðið – virðislønir verða lætnar

Felagssangur – Alex Sólstein hevur undirspæl

Ókeypis ábit – smurt breyð, kakur, kaffi, te og vatn

Spurningar og kjak – orðstýrari Solby A. Christiansdóttir

Hjartaliga vælkomin Eldraráðið í Klaksvík