Stóru yvirskriftirnar hjá týskarunum undan dagsins U21 landsdysti er keðiliga veðrið.
Heimasíðan hjá týska fótbóltssambandinum DFB ger nógv burturúr veðrinum og djórunum. ‘’8 hitastig, regn og lending millum tveir máttmiklar hamarar í tøttum mjørka. Við hesum hevur U21 landslið hjá Týsklandi fingið eina ábending um, hvat væntast á Tórsvølli í kvøld. Frá vegnum á flogvøllinum til hotellið er klárt og nógv græs sást eins og djór í hesum landinum, har 48.000 fólk og 70.000 seyðir búgva’’.
DFB hevur havt samrøðu við verjuleikaran Shkodran Musafi.
– Vit eru ikki her vegna veðrið, men tí vit ynskja at vinna dystin. Tað velst um okkara dygdum og hugburði til dystin. Vit møta einum liði, ið liggur sera djúpt og sum fer at royna at oyleggja okkara spæl. Men tað er sera týdningarmikið hjá okkum at byrja hesa undankappingina við einum sigri, sigur Shkodran Mustafi.
Heimasíðan hevur eisini fingið stutta viðmerking frá týska venjaranum Horst Hrubesch.
– Føroyar eru eitt erligt lið, sum gevur alt, so ein skal ikki taka lætt uppá uppgávuna. Men okkara mál er at vísa frá byrjan, hvat vit ynskja. Tað verður avgerandi, tí vit ynskja at vinna dystin, sigur týski venjarin.
Hann sá, tá Føroyar taptu 4-1 móti Írlandi fyrr í ár. Har sá hann eitt verjukent og skipað lið, sum fram til 68. minutt hevði javnleikin, men sum í endanum lat tvey mál inn, skrivar DFB heimasíðan, sum eisini nevnir, at týska liðið er farið frá venjing í 30 hitastigum í Týsklandi og til einans 8 hitastigum í Føroyum.
Dysturin á Tórsvølli byrjar kl. 19.45 í góðveðrinum, sum í dag er í Havn.
Myndir frá venjingini hjá Týsklandi á Tórsvølli í gjárkvøldið kunnu síggjast HER




