Fríggjadagin 6. september 2013 varð móttøka á Skúlatannlæknastovuni hjá Klaksvíkar Kommunu í sambandi við, at Finngerð Danielsen hevur starvast har í 35 ár.
Fríggjadagin 6. september 2013 varð móttøka á Skúlatannlæknastovuni hjá Klaksvíkar Kommunu í sambandi við, at Finngerð Danielsen hevur starvast har í 35 ár.
Fitt av fólki møttu til móttøkuna, sum Skúlatannlæknastovan helt til heiðurs fyri Finngerð Danielsen, nú hon hevur starvast 35 ár sum klinikk-assistentur.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bar fram eina heilsan til Finngerð, har hann vegna býráðið takkaði henni fyri trúfesti, nærlagni og dugnasemi í starvinum, sum saman við stillføra lyndinum og blíðu medferðini gera Finngerð framúr væl egnaða til starvið.
– Saman við fakliga førleikanum hava teir menniskjaligu eginleikarnir so stóran týdning á slíkum arbeiðsplássum, har tænastur verða veittar til borgarar – ikki minst tá ið talan er um børn og ungdómar, staðfesti borgarstjórin.
Eisini fegnaðist hann um, at Skúlatannlæknastovan, sum gjørdist kommunalur stovnur í 1975, støðugt hevur verið í fremstu røð at menna og víðka tænastuna til børn og ung, og í hesum hevur Finngerð Danielsen havt ein týðandi leiklut.
Síðani handaði borgarstjórin Finngerð ein gávu og blómutyssi frá býráðnum.
Bogi á Steig, tannlæknaleiðari, sum hevur starvast saman við Finngerð øll árini, bar síðan fram eina heilsan vegna Skúlatannlæknastovuna, har hann lýsti hana sum ein stillføran, stabilan og framúr dugnaligan klinikk-assistent, og eisini tók hann fram hennara góðu menniskjaligu eginleikar, sum gera Finngerð sera væl umhildna, bæði millum starvsfelagarnar og kundarnar hjá tannlæknastovuni.
(Myndir: Dávur Winther)




