Fáa vit áskoðararnir við okkum eins og ímóti t.d. Italia, so kunnu vit vónandi fáa ein góðan dyst, sigur Súni Olsen undan dystinum móti Týsklandi.
Súni leikti allar 90 minuttirnar móti Kasakhstan og hevur eisini havt onkrar skaða trupulleikar. Men hann sigur seg vera kláran til dystin týskvøldið.
– Hetta er nógv tann longsti túrurin, ið eg havi roynt. Men vit vóru tíðliga heima aftur, tí vit spældu fríggjakvøldið og vóru aftur heima um eftir middagin leygardagin. Gjøgnum vikuskiftið hava vit fingið hvílt øgiliga væl og fingið ta viðger, ið skal til. Men tað setur seg eitt sindur á kroppin, at man situr í 10 tímar undir ferðini. Men persónliga haldi eg meg vera kláran til dystin í morgin. Móti Svøríki og Írlandi kláraði eg at spæla tveir tættar dystir og føla meg væl. Nú havi eg verið eitt sindur skaddur í B36, men her í endanum havi eg so fingið nakrar dystir í beinini og tað hevur hjálpt. Eg eri ikki í optimalari venjing, men sjálvandi er man klárur til ein Týsklands dyst, so vónandi verður man ein av teimum fyrstu ellivu, sum byrja, sigur Súni við Norðlýsið.
12. maður má við
– Tað verður øgiliga torført, har vit koma undir eitt stórt trýst. Tað er umráðandi hjá okkum, at fáa áskoðararnir við, tí 12. maðurin hevur áður givið okkum leikarum nakað eyka. Vit sóu tað t.d. móti Italia. Tað vóna vit hendir aftur í morgin, so vit fáa ein stuttligan dyst. Menn í hópinum gleða seg til dystin og serliga eftir keðiliga dystin í Kasakhstan, har vit fingu keðiligar dømingar ímóti okkum. Men slíkar dømingar fella sum oftast til størru tjóðirnar í landsdystum, men kanska tað vendir í morgin og vit fáa onkra gávu, sigur Súni Olsen við einum smíli at enda.




