Bert 174 laksar farnir um laksateljaran í Leynará á miðdegi ídag. Hetta er ikki meira enn triðingur av tí, laksateljarin vísti um somu tíð í 2012, og tá hildu menn at 2012 var eitt sera vánaligt ár til laks.
Fyri viku síðani, ella 2. september, vísti laksateljarin at 122 laksar vóru farnir um teljaran. Peter A.E. Djurhuus, sum umsitur teljaran sigur, at til sammetingar kann nevnast, at tað kom rættuliga fitt av laksi ígjøgnum teljaran seinast í juli mánaða í 2012, men í ár var bert 1 laksur skrásettur í teljaranum 1. august, so gongdin niðan Leynará er í hvussu so er ein mánaða seinni í ár.
Á myndini síggjast fleiri laksar liggja í teljaranum, hetta er vanligt fyribrigdi, tá lítið vatn er í ánni.




