Føroyar-Týskland skoraði høg hyggjara tøl hjá týsku rásini, ið átti rættindini til dystin.
Dysturin tiltrekti 10.250.000 hyggjarar, skrivar DFB. Talan er um ein marknaðarpart á 34,2 % og eingin sending týsdagin tiltrekti meira hyggjarar. Lokala uppgerðin móti Eysturríki fríggjakvøldið á heimavølli hjá Týsklandi tiltrekti 200.000 fólk fleiri.




