Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hví krógvar tíðindadeildin hjá Kringvarpinum týðandi upplýsingar

John William Joensen

LEIÐARIN: Málið um Skálafjarðatunnilin hevur fylt nógv í Kringvarpinum og tað er sjálvasagt at eitt slík mál far drúgva umrøðu – serliga tá ivi verður sáddur um politiska og embætisliga handfaring av einum stórum politiskum málið.

Í samband við viðgerðina av tunnilsmálinum hevur Kringvarpið brúkt politiskar viðmerkjarar, løgfrøðingar og onnur til at hjálpa hyggjarunum at skilja málið.

Í londum sum vit samanbera okkum við verða hyggjararnir eisini ílætnir á tann hátt at meðan fólk tosað í sjónvarpinum um ávís mál, so kann hyggjarin lesa í rulliteksti hvør viðmerkjarin er. M.a. verður skrivað um viðkomandi hevur beinleiðis áhugamál í tí málinum sum viðkomandi úttalar seg um – politiskt ella persónliga.

Í tunnilsmálinum hevur Kringvarpið aftur hesuferð valt at krógva hesar og møguliga aðrar upplýsingar fyri hyggjarunum og tað er óneyðugt umframt beinleiðis óheppið.