Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FM dystur hjá kvinnum í kvøld

Jákup Ósá

EBS/Skála fær væntandi sínar lykleikarar heim tildystin og KÍ ger møguliga tað sama.

 

Í kvøld verður ein sera avgerandi dystur leiktur í bestukvinnudeildini í fótbólti.  KÍ kvinnurnarhava vunnið FM heitið í 13 ár á rað. Men í ár hava tær møtt sterkari mótstøðuenn vanligt. EBS/Skála liggur á odda undan dystinum í kvøld og hesi bæðiliðini, ið kappast um FM heitið, hava bert 4 dystir eftir at spæla. 2 stigskilja liðini, so KÍ má vinna dystin.

 

Fleiri leikarar á báðum liðum eru í summar farnir av landinumí lestrar ørindum. Hjá KÍ er talan um Sofíu Purkhús (7 mál í 8 landskappingardystum), meðan EBS/Skála hevur mistlandsliðsleikararnar Oddrún Danielsen og Fríðrún Danielsen eins og BirnuJohannesen, ið hevur skorað 6 mál í 11 landskappingar dystum.

 

Norðlýsið hevur í vikuni tosað við báðar venjararnar. PoulG. Olsen er venjari hjá EBS/Skála og hann sigur, at tær tríggjar koma helst heim til dystin, meðan Aleksandar Djordjevic sigur, at tær eru fullmannaðar, táhann verður spurdur, um Sofía Purkhús eisini er við í hópinum.

 

Bæði liðini eru langt frammanfyri hini liðini, har HB síðaniliggur greitt á 3. plássinum. Júst HB kann koma at spæla ein avgerandi leiklut,tí tær hava dyst eftir móti báðum oddaliðunum.

Sostatt  er lagt upptil eitt satt FM brak í Klaksvík í kvøld, har KÍ kvinnurnar skulu royna at takaoddasesson áðrenn seinastu tríggjar dystirnar. Vinnur EBS/Skála ella spælir javnt, so eru tær favorittar at vinna FM 2014.

 

Dysturin byrjar kl. 19.00 og dómari verður MagnusJørmundsson.

Harleyfacadeacryl