Formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, Jákup Mikkelsen, fegnast um at Janus Rein hevur valt at gerast limur í Fólkaflokkinum. Men hann hevur onga viðmerking til at hetta samstundis órógvar samgongustevið nú avgerð skal takast um framtíðina hjá Innlendismálaráðnum.

Eg má siga sum er at eg havi fingið eitt sera gott intrykk av Janus Rein hesa tíðina vit hava samstarva í løgtinginum og tí fegnast vit um at hann hevur tikið hesa avgerð, sigur formaðurin í tingbólki Fólkaflokksins, Jákup Mikkelsen.
Men samstundis hevur hann onga viðmerking til hvørjar nevndarsessir Janus Rein ferð at røkja í løgtinginum, men sum skilst verða nevndirnar ikki umskipaðar í ár.
Janus órógvar samgonguna
Men sum skilst er ikki full semja um hvat samgongan skal gera við innlendismálaráðið, nú Sjálvstýrsflokkurin er farin úr samgonguni og ein landsstýrissessur stendur tómur. Løgmaður hevur fyrr sagt at møguleikar eru fyri rationaliseringum – tvs. At málsøkið verður deilt millum verandi landsstýrisfólk at umsita. Men sum skilst er ikki semja um hetta og serliga nú Fólkaflokkurin er stórsti flokkur hevur flokkurin kravt at fáa tóma landsstýrissessin. Sum skilst so er hetta ikki væl móttikið í Sambandsflokkinum.