Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FSF ger einki við Teit

Jákup Ósá

FSF hevur viðgjørt skrivið frá KÍ um atburðin hjá Teiti M. Gestsson, tá HB vitjaði í Klaksvík.

Talan var um eina hending, har KÍ vísti á, at Teitur M. Gestsson hevði sparkað ein bólt eftir KÍ áskoðarunum beint eftir, at HB hevði javnað til 3-3.

Virgar Hvidbro er aðalskrivari hjá FSF. Hann sigur, at FSF hevur viðgjørt skrivið frá KÍ.

– Søgan er kend eftir hondini, og FSF hevur viðgjørt hetta skrivið frá KÍ. Dómarin hevði ikki skrivað nakað um hendingina og HB tók frástøðu frá hesum, um nakað slíkt var hent. Samstundis vísti HB á, at KÍ áskoðararnir ikki fóru so væl við Teiti handan dystin. Vit kunnu siga, at talan var um pástandir frá báðum pørtum. Úrslitið var, at FSF heitti á bæði feløgini um at vísa góðan ítróttaranda bæði á og uttanfyri vøllin og meira hendur ikki í hesum málinum, sigur Virgar Hvidbro við Norðlýsið.

Harleyfacadeacryl