Klaksvíkar, Hvannasunds og Kunoyar kommunur eru nú saman um at veita Námsfrøðiliga Ráðgeving til børn, familjur og dagstovnar, sum kommunurnar hava skyldu til sambært § 5 í dagstovnalógini.
Klaksvíkar, Hvannasunds og Kunoyar kommunur eru núsaman um at veita Námsfrøðiliga Ráðgeving til børn, familjur og dagstovnar, sumkommunurnar hava skyldu til sambært § 5 í dagstovnalógini.
Kommunurnar í Norðoyggjum samstarva á fleiri ymiskum økjum, og hósdaginhósdagin 12. september 2013 varð eitt av hesum samstørvum – Samstarvið uumNámsfrøðiligu Ráðgevgingina – víðkað til eisini at fevna um Kunoyar Kommunu.
Frammanundan samstarvaðu Hvannasunds og Klaksvíkar kommunur á hesumøki, og hósdagin kom, sum nevnt, Kunoyar Kommuna aftrat upp í samstarvi, og tí skrivaðuborgarstjórarnir í Meiken Michaelsen, borgarstjóri í Kunoyar Kommunu, KatrinNæs, borgarstjóri í Hvannasunds Kommunu, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri íKlaksvíkar Kommunu undir dagførda samstarvsavtalu um Námsfrøðiligu Ráðgevinginaí kommununum.
Stimbra menningina
av førleikum barnanna
Í dagstovnalógini er ásett í § 5, “at børnvið serligum tørvi hava rætt til tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt ájøvnum føti við onnur børn, sum búgva í kommununi, sambært § 3. Til børn við serligum tørvi verða veittar nøktandi hølisumstøður ognámsfrøðilig tilboð”.
Tað eru hesi námsfrøðiligu tilboð ella tænastur, sum NámsfrøðiligaRáðgevingin (stytt NR) veitir borgarunum í luttakandi kommununum.
Endamálið hjá at veita ráðgeving og stuðul – tað veri seg til børn,familjur teirra og avvarðandi dagstovnar – fyri at stimbra menningina ogførleikarnar hjá børnum, har tørvur er á hesum.
NR er skipað undir somu leiðslu og heldur til í felags hølum í Klaksvíksaman við Sernámi í Norðoyggjum. Í løtuni eru hesi høli í niðastu hædd íBarnahúsinum Margit, men í næstum verður flutt í onnur høli í býnum.




