Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggi fiskivinnupolitikkurin hjá ES sum DAMANAKI hevur sjósett

Umsett úr enskum hevur Alex Sólstein

Grein úr Financial times 3. Sept. 2 013

Meira enn 90% av fiskatilfeinginum í EU sjógvi er ovfiskað; fiskimenn fiska eftir øllum at døma bert ein brotpart av toski, makrel og sild úr havinum í mun til tað, sum varð ført í land í seksti- og sjeytiárunum.

Tað hava ikki verið nógvar grikkskar sólskinssøgur úr Brussel seinastu mongu árini. Men ein av teimum kann hava verið mikudagin í januar mánaði í ár eftir eina serliga atkvøðugreiðslu í Europa Parlamentinum at gera eina broyting í tí trupla fiskivinnupolitikkinum.

Tað eru nógvir umhvørvisforsprákarar og fiskimenn, sum eiga lut í hesum vali. Men hon, sum skarar framúr, er grikkski fiskivinnukommiserurin Maria Damanaki. Damanaki fekk bóltin á rull, tá hon kom við sínum áhugamáli, ovfisking; og hevur hon arbeitt uttan steðg síðani at halda sín “kæphest” gangandi.

Europa er størsti brúkarin av sjóføði. Men tilfeingið hevur liðið undir ovfisking, har tríggir fjórðingar eru heystaðir skjótari, enn teir kunnu koma fyri seg aftur, og seinasti parturin er í stórum vanda. Damanaki ætlar at steðga úttveiting. Tað hevði fingið fiskiídnaðin at fiskað burðardygt, so sum vísundin hevur mælt til og vildi um tvey ár givið meira útbýti til lokalu fiskimenninar.

Limalondini hava givið ein óbindandi stuðul til eina “bleytari” útgávu. Viðtøkan í EU-Parlamentinum at stuðla ætlanunum hjá kommiserinum var so avgerandi, tí hon gevur ivasomum fiskivinnutjóðum nógv minni undanførslu, tá allir tríggir partarnir seta seg saman við samráðingarborðið at buka upp á pláss eina neyðsemju.

Atkvøðan sendir eini klár boð til fiskivinnu ráðharrarnar í EU, at í komandi samráðingum í Parlamentinum fara teir at skula taka støðu til ovfisking nógv fyrr, enn teir kundu ynskt, segði Uta Bellion.

 Damanaki hevur eitt litfagurt bakstøði av einum kommisioneri at vera. Sum studentur á Polytekniska universitetinum í Athen gjørdi hon uppreistur móti militerjuntaini í 1973, ein broytingarløta, sum gjørdi, at diktaturið fall. Hon setti seg framman fyri mikrofonirnar á pirat- útvarpinum og eggjaði athenbúgvunum til mótstøðu. Hon varð seinni sett í fangahús, hóast hon gjørdist ein fyrimynd í Grikkalandi, og er enn í dag kend sum røddin úr Polytechnic.

Damanaki, ein kemiverkfrøðingur, gjørdist seinni sosialistur, eitt stig sum fekk ilt í vinfólkini. Hon droymdi ikki um tað ótakksema embætið at taka sær av fiskivinnupolitikkinum í EU, fyrr enn hennara stjórn sendi hana til Brussel í 2009. Sum grikki, so kanst tú ikki biðja um, hvat starvsøki tú ætlar tær at umboða, segði hon í eini samrøðu seinasta ár.

Yvirgongdin til Brussel var ikki uttan trupulleikar. Meðan hon fekst við fiskivinnu, varð hon ørkymlað av hendingum heima í Grikkalandi, viðhvørt havandi áheitanir á kommisjónina um at sýna mildni móti føðilandinum. Hon troyttaði summar starvsfelagar, tá hon í eini samrøðu í 2011 nevndi, at Grikkaland kundi verið tvungið aftur til drakmuna. Tílikar viðmerkingar hjálptu ikki til at sissa peningamarknaðin.

Tosa vit metaforisk, so setir Damanaki samband millum euro kreppuna og kreppuna innan fiskivinnuna. EU fiskitilfeingið, sigur hon, er kapitalurin í bankanum, sum í hesum føri er havið. Tað, sum vit gera, er at vit brúka kapitalin ov skjótt.

Meðan summir lobbyistar argast av, at hon er ið so stívrend, so hevur hon  vunnið á umhvørvisfeløgum. Aaron Mcloughlin, ein stríðsmaður fyri fiskivinnuna, rósti henni sum fyrsti komissionerurin í langa tíð, sum veruliga hevði áhuga fyri at bøta um fiskatilfeingið.  Hann metti, at hennara tíð í fongslinum hevði styrkt hana í at taka kampin upp við rótføstu og tiltiknu lobbyina í EU.

Benyon hevur sýnt henni eitt enn størri kurteisi. Damanaki, sigur hann, hevur vegna sína arv og fortíð ein møguleika, sum aðrir kommisionerar frammanundan ikki hava haft.

Tað er enn ikki prógvað, men atkvøðugreiðslan mikudagin ber boð um tað.

Atkvøðugreiðslan í MEP at banna úttveiting av fiski er søgulig broyting innan fiskivinnupolitikk, sigur Fiona Harvey, umhvørvistíðindafólk hjá The Guardian, 06.02.13. Limir úr grøna felagnum ganga við fløggum av fiski sum siga”takk fyri” eftir atkvøðugreiðsluna um at frískur fiskur verður kastaður út.

————

Grein av Marcus Franken í Die Zeit, 4. Juli 2013 

Fiskastovnarnir í EU sjógvi eru styrktir ógvusliga. Hetta vísir, at fíggjarligur ótti og umsorgan fyri umhvørvinum eru ikki beinleiðis í andsøgn.

Tú hoyrir næstan ongantíð politikarar klaga um seg sjálvan. Men hetta er hent í EU: Meira enn 90% av fiskatilfeinginum í EU sjógvi er ovfiskað; fiskimenn fiska eftir øllum at døma bert ein brotpart av toski, makrel og sild úr havinum í mun til tað, sum varð ført í land í seksti- og sjeytiárunum. Og tann einaferð so stolti ídnaðurin verður sagdur at vera doyggjandi saman við fiskinum. Millum 1990 og 2007 er talið av fiskimonnum í EU minkað frá 300 000 niður í minni enn helvtina. EU fiskivinnupolitikkurin er miseydnaður varð staðfest fyri fýra árum síðani. Í dag er tað sjónligt, at henda avdúking varð neyðug, um viðurskiftini skuldu flyta seg og betrast.

Í áratíggju hevði fiskivinna í europeiskum høvum, úr heita Miðjarðarhavinum í Norðurhøv, somu merking sum eina grova eyðræning av tilfeinginum. Í almanna eygum kom ovfisking at merkja vøkstur. Hetta er broytt. Nú verða professionellar atfinningar frá frøðingum róstar. Endin av tí oyðandi fiskiskapinum  hjá CE er í eygsjón, segði politiska umboðið fyri Wildlife Fund í Brussel seinasta ár. Fyri fáum vikum síðani segði ein umhvørvis felagsskapur, at felags støðan hjá teimum 27 limunum í EU um framtíðar fiskiskap, hevði tikið eitt risalop fram móti endanum av ovfisking. So tíðliga sum í 2015 fara flestu fiskatilfeingi og í seinasta lagi 2020 allir fiskastovnar í Europa at verða fiskaðir burðardygt.

Hvat er hent? Maria Damanaki, sum hevur haft ábyrgdina av fiskivinnupolitikkinum í EU síðani 2010, er ein kvinna, sum hevur sett sær stórfingin mál: eina fiskivinnu við kvotum og treytum, sum ikki verða settar lobbyistum í bakrúmum í Brussel, men av havfrøðingum. Tað fara at verða langtíðarætlanir, verður sagt, sum byggja á hugskotið um burðardygd.

Tílíkt tóktist utopiskt. Men ímeðan hevur Damanaki í roynd og veru útinnt øll síni endamál. Líka til 2008 gav umleið helvtin av øllum stjórnum sínum fiskimonnum hægri kvotur enn ráðiligt var fyri burðardygga fiskivinnu. Fyri summi øki var lobby-trýstið so stórt, at kvotur vóru átta ferðir størri enn tilmælt: hetta var m. a. galdandi fyri hýsufiskiskapin í Skotlandi í 2007.

Veiðikvoturnar áseta støddina av fiskiríkidøminum. Um tað er toskur við Noreg ella makrelur í sponskum sjógvi, so er tað eins og ein góður skógansari, at hann fellur ikki fleiri trø, enn hann metir í mun til endurgróvur, so ein góð veiðikvota avgerð, hvussu nógvur fiskur kann verða tikin úr stovninum, uttan at tilfeingið komandi ár minkar. Fyri “sunn” tilfeingi er virði millum ein fimtapart og ein triðing. Er tilfeingið ov lítið, so verður veiðikvotan minkað ella bann verður lýst. EU stjórnirnar hava í langa tíð havt sokallaðar tilmældar veiðikvotur, sum eru settar av ICES. Ástøðiliga er hetta sera einfalt: um tilmælini verða fylgd, so er tú á rættari kós at fáa eitt “sunt” tilfeingi. Men í praksis verða hesar kvotur, settar av politikarum, ofta als ikki fylgdar.

Tódnar fiskatilfeingið, dettur fiskiskapurin niðurfyri. Í eina tíð kundu fiskimenn royna at mótvirka minkingini við at nýta longri trol, størri maskinmegi og størri net. Men um tað leitið, tá Damanaki tók við, var óndi sirkulin við ovfisking, minkandi fongi og enn meira brúk av dýrum amboðum; hóast tað, vóru menn um at fara av knóranum. Tað var hetta við ókontrolleraðum fiskiskapi. Tað er sum at kubba greinina av trænum, har tú sjálvur situr, segði Gerd Hubold, fyrrverandi generalsekreterur í ICES. Vanliga endamálið, sum havbiologar og umhvørvisfelagsskapir hava, er ikki, at minni skal fiskast í alt. Tvørturímóti. Veksur tilfeingið, so fara fiskimenn at fiska meira við minni stríð og roynd. Tað verður mett, at virðið av veiðuni í EU kundi vaksið til 15 milliardir euro, um tilfeingið aftur vaks til fyrrverandi stødd. Tá tað kemur til fisk, so ganga havbiologar og umhvørvisfeløg hond i hond. Hetta er veruliga orsøkin til væleydnaðu tilgongdini hjá Damanaki, so enntá í dag taka ídnaðarfólk innan fiskivinnuna væl ímóti einum meira regluføstum tilmæli frá EU. Teir hava ásannað bæði vinning og fyrimun. Í nøkur ár er gapið ella gloppið millum fiskivinnupolitikkin við kvotum og havbiologisk viðmæli minkað.   Í 2012 sluppu fiskimenn bert at veiða 11% meira enn ICES hevði tilmælt.

Sjálvt royndir havbiologar eru ovfarnir av, hvussu skjótt stovnar eru komnir fyri seg aftur. Í 2005 vóru allir kannaðu stovnar ovfiskaðir 94%. Síðani tá eru tølini minkað og vóru í 2013 komin niður á 39%. Tað sær út til, at tey enn eru fallandi. Rákið er tann vegin. Mótvegis tí er parturin av tilfeinginum í  “Æsafe biologisku limits” alla tíðina økjandi, frá 26% ´2004 til 59% nýliga. Hóast hetta tilfeingið kundi verið størri, so er tað ikki í vanda. Frágreiðingin, sum ber heitið ÆConsultation on Fishing Opportunities, sum fiskivinnu kommisjónin letur til ráðharrarnar í limalondunum árliga, staðfestir viðgongdina undrandi: talið av stovnum, sum hava verið vardir við beinleiðis fiskibannið er eisini fallið. Í 2007 vóru tað 20 stovnar, í dag bert 11.

EU ger eisini eftir krøvum frá umhvørvisfeløgum. Fyrr var tað so, at fongur, har fiskur var ímillum, sum ikki varð hildin nakað verdur ella ov smáur, var hann tveittur aftur í havið doyggjandi ella deyður, og kundi tað vera upp til 40% av fonginum. Hetta verður bannað í framtíðini, hóast Æ5% enn er loyvt, segði Rainer Froese, ein havbiologur frá Geomar, Heinhotz Center of Ocean Research í Kiel, sum hevur funnist at fiskivinnupolitikkinum í EU í fleiri ár.

Í framtíðini fara fiskimenn at hava loyvi til at landa hjáveiðuna, sum fer at gera teir meira vandnar, tí hjáveiða upptekur virðismikið lastarúm um borð og er ofta óseljandi. Soleiðis er tað nú upp til fiskimannin sjálvan at hava áhuga fyri og minka um hjáveiðuna, t. d. við at nýta ymisk net ella trol. Á sínum mongu ferðum hevur Froese savnað upplýsingar fyri MEP í Europa. Æ er nú bilsið yvir, hvussu nógv teir nú vita um hetta sera fløkta evni, sigur hann smílandi. Eitt úrslit av hesum er, at tær strongu reglurnar, sum eru í europeiskum høvum, nú eisini verða galdandi fyri EU fiskiskip í fremmandum høvum, so sum í Afrika.

Froese heldur, at tað er gott, at EU, hóast fíggjarkreppu hevur verið ført fyri at áleggja tílíkar reglur á so vanabundnar fiskivinnutjóðir sum Spania, har almenna trýstið eisini er økt. Til dømis skrivaðu í apríl 2013 220 spanskir vitskapsmenn eitt opið bræv til landbúnaðarráðharran, Miguel Arias Canete, og bóðu um, at Spania tók av bindandi reglurnar um fiskakvotur. Enntá spanskir fiskimenn hava sæð, at teir mugu minka um trýstið á stovnarnar, um teir ynskja at hava eina veiðu, sum í longdini loysir seg, segði Mathias Keller  úr Federal Association of the German Fishing Industry.

Europeiskar stjórnir hava tikið avgerandi stig. Men enn er nakað eftir. Tað er enn ein álvarsom hóttan ímóti serligum fiskasløgum so sum bluefin tuna, europeiska állinum og hávasløgum.Og í ár hevur ICES fyri fyrstu ferð sent tilráðingar fyri ikki 40 men 80 stovnar, har tilfeingið í stovnunum vegna nýggja politikkin er vaksið upp um  tær viðmæltu fiskakvoturnar, og eru tær vaksnar frá 11% til 29%. Í veruleikanum hava havbiologarnir lyft sláina fyri EU. Og limalondini hava viðtikið at fylgja nýggju tilráðingunum.