Fyrr var vanligt at formannskapurin í kommunufeløgunum skifti – men seinastu árini hevur Heðin Mortensen fyri tað mesta sitið einsamallur í formannsessinum í Kommunusamskipan og tað hevur verið sera óheppið fyri almenna kjakið. Nú ætlanin er at leggja saman til eitt landsdekkandi kommunufelag verður spennandi at síggja um nakar av hinum borgarstjórunum sleppur framat.
Fyrr var vanligt at formannskapurin í kommunufeløgunum skifti – men seinastu árini hevur Heðin Mortensen fyri tað mesta sitið einsamallur í formannsessinum í Kommunusamskipan og tað hevur verið sera óheppið fyri almenna kjakið. Nú ætlanin er at leggja saman til eitt landsdekkandi kommunufelag verður spennandi at síggja um nakar av hinum borgarstjórunum sleppur framat.
Hesi árini borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu fyri tað mesta hevur rátt fyri borgum er alt tos um at fylgja tilráðing frá Búskaparráðnum um kommunala útjavning kvalt og feiga av borðinum.
Norðlýsið hevur í eini greinarøð víst á hví kommunal útjavning er neyðug – men hóast formaðurin hjá Føroysku kommunum hevur feiga alt av borðinum – hevur eingin tala at.
Maðurin sum borgarstjórar kring landið hava valt at umboða føroysku kommunurnar hevur mangan verið sera bersøgin og í brævaskriving og kunnu vit nevna nøkur dømi:
Heðin Mortensen skrivar:
….Er nøkur náttúrlóg sum sigur, at klaksvíkingar skulu eiga bróðurpartin av fólksins ogn og fáa 25% av sínum lønarinntøkum frá fiskivinnu, sum í Norðoyggjum fyri ein part er rikin við almennum pengum úr Føroyagrunninum? Skulu hesar inntøkur ikki javnast til høvuðsstaðin, sum bara fær 5% av sínum lønarinntøkum frá fiskivinnuni?…..
…..kundi møguliga gjørt eina samanbering av íløgunum í tunlarnar norður um fjall og støðuna á eldraøkinum, tá hevði um ikki annað verið talan um sama kassa, nevniliga landskassan, hóast slíkar samanberingar heldur ikki eru rímiligar…..
….má eisini innroknast, at aðrir landspartar hava lutfalsliga munandi størri inntøku av øðrum alment stýrdum vinnugreinum enn Havnin – t.d. mugu vit umhugsa at býta skattakrónurnar av fiskinum – fólksins ogn – so javnt millum allar føroyingar…..
….Siktið er, at fólk við útbúgving, ambitiónum og framtíðardreymum skulu trívast og velja Tórshavn fram um aðrar býir. Okkara vón er, at landspolitikkararnir eisini skilja rætta samanhangin….
Hava borgarstjórar einki at siga?
Omanfyri nevndu dømi eru bara eitt brot av teimum noyligu útsøgnum sum formaðurin í Kommunusamskipan er komin við. Vit minnast eisini hvussu hann hevur strítt ímóti tær fáu ferðir landsmyndugleikar hava havt ætlanir um at leggja stovnar aðrarstaðni enn í Tórshavn.
Tí fara vit at spyrja um ætlanin er at velja Heðin Mortensen til borgarstjóra yvir øllum Føroyskum borgarstjórum – tá samanlagda kommunufelagið sær dagsins ljós? Vit vildu gjarna sæð grundgevingar frá føroysku kommunum.
Sum skilst eigur Tórshavnar Kommuna næstan helvtina av atkvøðunum í nýggja felagnum og hevur samstundis átikið sær at rinda samsvarandi til felagið. Men so er spurningurin hvat kommunurnar fáa aftur fyri – kanska eitt felag sum er longdi armurin hjá Tórshavnar Kommunu.
LES EISINI:
Ósakligt aftursvar frá forðmanninum í KSF
Serfrøðin mælir til kommunala útjavning – men formaðurin í KSF er ímóti




