Átakið ‘Heilsa á ferð’ byrjaði í Klaksvík týskvøldið 17. september við fyrilestri í Spaniastovu, sum Jens Andreassen, yvirlækni helt um Typu2 diabetes. Løtan varð eisini kryddað við tónleiaframførðslu.

Tiltakið er í heilsubýnum, Klaksvík hesa vikuna og verður síðani farið kring landið. Fyrstu kanningarnar vórðu gjørdar týsdagin 17. september, og hildið verður fram til fríggjadagin 21. september. Tað er Klaksvíkar Sjúkrahús, sum verður karmurin um tiltakið hesa vikuna.
Tilmeldingin fer fram á telefon 515155 millum kl. 10 og 16.
Ert tú 35 ár ella eldri, og ert í einum ella fleiri av hesum vandabólkum: rørir teg ov lítið, kanska vigar í so nógv, roykir ella hevur roykt, so ert tú vælkomin at lata teg kanna fyri KOL og diabetes, sum Fólkaheilsuráðið í samstarvi við Klaksvíkar Sjúkrahús skipar fyri.
Diabetes kann liggja flalt eina løtu, áðrenn tú varnasat tað – Eitt av endamálunum er tí at finna fram til tey meir enn 1000 fólk, sum møguliga ganga við byrjandi diabetis. Tí, jú fyrr viðgerðin byrjar betri eru útlitini.
Talan er, sum sagt, um eitt skilagott samstarv millum Klaksvíkar Sjúkrahús og Fólkaheilsuráðið, sum í hesum føri hevur sett diabetes og lunguni á breddan.
Tilmeldingin fer fram á telefon 515155 millum kl. 10 og 16.