Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógvir framsýningarbásar á Fólkafundinum 2013

John William Joensen

Fólkafundurin 2013 verður hildin í báðum samanbygdu ítróttarhøllunum í Klaksvík komandi vikuskiftið. Framsýningarøkið er opið fríggjadagin 20. September frá kl. 11,30 til uml. kl. 22,00 og leygardagin 21. September frá kl. 13,00 til uml. kl. 22,00.

Fólkafundurin 2013 verður hildin í báðum samanbygdu ítróttarhøllunum í Klaksvík komandi vikuskiftið. Framsýningarøkið er opið fríggjadagin 20. September frá kl. 11,30 til uml. kl. 22,00 og leygardagin 21. September frá kl. 13,00 til uml. kl. 22,00.

Í fjør varð tiltakið fyri fyrstu ferð hildið í Hoyvíkshøllini og Hoyvíkar skúla. Umleið 1500 vitjandi vóru á Fólkafundinum 2012. Høvuðsfyrireikarnir, Ólavur í Geil Guttesen, Jón Brian Hvidtfeldt og Jóhannes Miðskarð, hava framt stórar broytingar til ársins politiska/demokratiska festival í trá við eftirmetingunum av Fólkafundinum 2012. Í ár verður politiski/demokratiski festivalurin meira konsentreraður í einum øki, tvs. at tiltøkini verða undir somu lon sum framsýningarbásarnir eru. Niðanfyri sæst hvørjir framsýnararnir eru á Fólkafundinum 2013 í Klaksvík. Øll eru vælkomin at vitja Fólkafundin 2013 – tiltakið er ókeypis.

Fakfeløg: Starvsmannafelagið, Heilsurøktarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Politisk feløg: Javnaðarflokkurin, Javnaðarflokkurin á Fólkatingi, Tjóðveldi, Unga Tjóðveldið, Sjálvsstýrisflokkurin, Framsókn og Sambandsflokkurin.

Áhugafeløg/hjálpifelagsskapir: ABC barnahjálp, Verjið børnini, Parkinsonfelagið, Javni, Deyvafelagið, Blái Krossur Føroya, Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum (MBF), Krabbameinsfelagið, Provita, Alzheimerfelagið, Landsfelag pensjónista, KRIS, Operation Mobilisation (OM), Hjartafelagið, Epileptikarafelagið og Amnesty.

Kommunur: Klaksvíkar kommuna og Eysturkommuna.

Fjølmiðlar: Norðlýsið, Miðlahúsið og Kringvarp Føroya.

Onnur: Demokratia, Javnstøðunevndin, Gigni og Dugni.