Á løgtingsvalinum fekk Tjóðveldi ein frammaná frá veljarunum og gekk heili 5% aftur í mun til hinar flokkarnar og misti 22% av atkvøðunum sum flokkurin hevði áðrenn valstríði byrjaði í 2011. Nú er flokkurin aftur størstur.
Á løgtingsvalinum fekk Tjóðveldi ein frammaná frá veljarunum og gekk heili 5% aftur í mun til hinar flokkarnar og misti 22% av atkvøðunum sum flokkurin hevði áðrenn valstríði byrjaði.
Tjóðveldi fekk á valinum í 2008 heilar 7.250 atkvøður ella 23,3 % í mun til aðrar flokkar. Men tá upptalt var á løgtingsvalinum 2011 stóð flokkurin við 5.589 sum svarar til eina afturgongd í mun til umboðan í løgtinginum á 5%.
Flokkurin misti 1661 atkvøður sum svarar til góð 22 % av atkvøðunum og var av mongum søgd at verða ein katastrofa fyri flokkin sum misti umboðan úr stórum økjum sum Norðuroyggjar og Eysturoy. Men hóast stóru afturgongdina valdi flokkurin at standa saman um formansskapin í flokkinum og í nýggjastu veljarakanningini hjá Gallup sum nordlysid.fo kunngjørdi mánadagin fær Tjóðveldi heili 23,6 % sum er ein framgongd í mun til Løgtingsvalið uppá 5,3 %.
Kanningin vísir at Tjóðveldi tekur atkvøður serliga frá Fólkaflokkinum og eisini Framsókn. Veljarar hjá Fólkaflokkinum sum nú siga seg atkvøða fyri Tjóðveldi gera tað kanska tí at Fólkaflokkurin í verandi samgongu hevur tikið undir við at hækka blokkin. Spurningurin er so um hesir veljarar fara at flyta aftur til Fólkaflokkin tá atkvøðast skal á løgtingsvalinum – tí tað er sæð fyrr at serliga Fólkaflokks veljarar brúka veljarakanningar at vísa sína ónøgd við flokkin.




