Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Krígslækni úr Sýria á Fólkafundinum leygardagin

Tíðindaskriv

Leygardagin kl. 16.30 fer 27 ára gamla Haifaa Awad á fólkafundinum í Klaksvík at greiða frá sínum upplivingum sum sjálvboðin lækni í einum krígsherjaðum landi.

Leygardagin kl. 16.30 fer 27 ára gamla Haifaa Awad á fólkafundinum í Klaksvík at greiða frá sínum upplivingum sum sjálvboðin lækni í einum krígsherjaðum landi.

“Eg fái kuldaskjálvta og kvalma, tá eg nú skal seta orð á tað, sum eg sá í dag. Eg trúgvi ongantíð, at orð kunnu lýsa ræðuleikarnar.” Soleiðis skrivar Haifaa Awad í síni dagbók.

Hon er just komin aftur frá frontinum í borgarkrígnum í Sýria. Hon hevur havt óteljandi krígsoffur undir læknahond. Hon hevur hildið í doyggjandi børnum. Og hon heldur, at heimurin má steðga blóðbaðnum nú.

Fleiri enn 200.000 fólk hava longu lisið dagbókina, sum 27 ára gamli læknin, Haifaa Awad, hevur skrivað undir sínum uppihaldi á einum lítlum sjúkrahúsi í Norðursýria í juli og august í ár. Og dagbókin er mest lisna tilfar á heimasíðuni hjá donsku avísini Information nakrantíð. Í 30 dagar var Haifaa í krígsrakta landinum, og hon er ein av teimum heilt fáu eygnavitnunum, sum hava greitt umheiminum frá hendingunum í Sýria. Allar flestu journalistnir halda seg burtur, tí landið er ov vandamikið at vera í. Dagbókin hjá Haifu kann lesast her: http://www.information.dk/dagbog

Heini í Skorini fer at hava samrøðu við Haifu Awad í Klaksvík á Fólkafundinum nú leygardagin kl. 16.30.

Um tit hava spurningar ring á 235817 ella skriva til átakssamskipara: katrin@amnesty.fo.