Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lampa kann linna depressión

Danial Viðoy

Tað er ein sannroynd at vetrarhálvan, sum er myrkari enn aðrar tíðir á árinum, kann vera torfør at koma ígjøgnum. Myrkrið ger fólk troytt og kann geva eitt slag av vetrar-depressión. Men heilsumyndugleikarnir siga, at hjálp er at heinta.

Tað er ein sannroynd at vetrarhálvan, sum er myrkari enn aðrar tíðir á árinum, kann vera torfør at koma ígjøgnum. Myrkrið ger fólk troytt og kann geva eitt slag av vetrar-depressión. Men heilsumyndugleikarnir siga, at hjálp er at heinta.

Summi kalla depressión fyri tunglyndi og uppaftur onnur tað fyri sinnistyngd. Men í øllum hesum førum er hetta talan um nakað, ið kann tyngja um sinni. Kallið tað, tit vilja.

Heilsumyndugleikarnir siga, at tað ikki bert er heilivágur frá læknanum, sum kann hindra, linna ella hjálpa vetrar-depressiónini.

Um myrku vetrarhálvuna, er tað sjálvsagt sólarljós við tess vitaminum, sum okkum manglar. Til ber nú at fáa eina lampu, sum á donskum kallast “lysterapilampe”, sum kann loysa nakrar av hesum trupulleikunum við vantandi sólarljósi.

Hendan lampan kann tó ikki – á góðum føroyskum – erstatta sólarljósið, sum vit fáa um summarið. Men hetta kann ið hvussu er lætta um, til tíðir, tunga og myrka vetrardagin.

Men heilsumyndugleikarnir leggja tó eisini eina við, at rørsla er eisini góð um veturin. Alt slag av rørslu. Um hesa tíðina verða heystfjøllini so smátt gingin og eisini eru nógvir sveittadropar, ið verða drýttir á kjallaragólvið í sambandi við fletting; og tað er saktans eisini munagóð rørsla.