Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyritøka í Sørvági fingið stóra uppgávu í Íslandi

Tíðindaskriv

Fyritøkan Hitamyndir v/ Baldvin Harðason hevur fingið til uppgávu at orkukanna øll húsini í Fljótsdalskommunu á Eysturlandinum.

Fyritøkan Hitamyndir v/ Baldvin Harðason hevur fingið til uppgávu at orkukanna øll húsini í Fljótsdalskommunu á Eysturlandinum.

Talan er um 38 hús og verður farið undir arbeiðið um mánaðarskiftið.

Orkan er sum kunnugt ikki kostnaðarmikil í Íslandi. Tískil hugsa íslendingar ikki stórvegis um teirra nýtslumynstur, ella um bjálving av húsum, men av tí at landið rinda ein stóran part av upphitingini av privathúsum við at lata stuðul, eru myndugleikarnir áhugaðir í at skerja nýtsluna.

Tí er avtalað við Hitamyndir at farið verður undir at orkakanna øll húsini í kommununi.

Hetta verður gjørt á tann hátt, at skapt verður undirtrýst í húsunum við eini sonevndari blásturshurð. Síðan verða húsini avmyndaði við einum infrareiðum myndatóli, innan og uttan. Tólið avlesur hitan á veggum, lofti og samlingum, og tí avdúka myndirnar, hvar húsini trongja til ábøtir móti t.d. trekki.

Fyri hvørt hús verður gjørd ein fullfíggjað frágreiðing, ið lýsir hvussu støðan er og hvat kann verða gjørt til tess at bøta um støðuna, soleiðis at orkunýtslan fer niður og landið sparir nakrar óneyðugar útreiðslur.

Hitamyndir hevur eisini kannað fleiri hús í Føroyum, men enn er undirtøkan ikki stór, sigur Baldvin Harðarson. Tað heldur hann vera løgið, tá hugsað verður um, hvussu nógvan pening føroyingar nýta til upphiting. Eitt miðal føroyskt sethús rinda væl umleið kr 10000 fyri olju – hvørt ár – meðan ein kanning hjá Hitamyndum einans kostar kr. 5-6000 – einaferð.