Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

10 ára starvsdagur hjá Meinhard Petersen

Klaksvíkar Kommuna

1. august 2013 hevði Meinhard Petersen starvast 10 ár hjá Klaksvíkar Havn Hann fekk í tí sambandi eina heilsan og viðurkenning handaða frá vinnu- og mentanarsjtóranum Palla Ziskason.

1. august 2013 hevði Meinhard Petersen starvast 10 ár hjá Klaksvíkar Havn Hann fekk í tí sambandi eina heilsan og viðurkenning handaða frá vinnu- og mentanarsjtóranum Palla Ziskason.

Meinhard Petersen, sum er útbúgvin skipsførari, varð 1. august 2003 settur í starv á Klaksvíkar Havn sum havnafúti. Hin 1. september 2009 tók Meinhard við sum stjóri á Klaksvíkar Havn, og hevur hann sostatt starvast tilsamans 10 ár hjá kommununi.
Í sambandi við 10-ára starvsdagin hjá Meinhard Petersen varð skipað fyri lítlari hátíðarløtu í hølunum hjá Klaksvíkar Havn við Faktorsvegin, har Palli Ziskason, vinnu- og mentanarstjóri, bar fram eina heilsan til Meinhard og handaði honum gávu og blómutyssi frá kommununi.

Í sínum starvi sum stjóri á Klaksvíkar Havn hevur Meinhard lagt serligan dent á at fáa fleiri skip at koma til Klaksvíkar, og sum úrslit av hesum arbeiði kann kommunan fegnast um fleiri vitjanir av ferðamannaskipum og skipum úr Ruslandi, sum leggja at kaj í Norðhavnini.

Vit ynskja Meinhardi hjartaliga tillukku við 10-ára starvsdegnum.