Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat er MÍTTLAND?

Danial Viðoy

MÍTTLAND er eitt nýtt tiltak, ið ikki øll kenna so væl til enn. Tá ið leygardagurin er av, vit nógv, hvat hetta snýr seg um. Men hvat kunnu vit vænta?

MÍTTLAND er eitt nýtt tiltak, ið ikki øll kenna so væl til enn. Tá ið leygardagurin er av, vit nógv, hvat hetta snýr seg um. Men hvat kunnu vit vænta?

MÍTT LAND er ein føroyskur konsertdagur á Amager Strand (Ørestad) í Keypmannahavn. Tað er fyrstu ferð at slíkt tiltak verður fyriskipað í Keypmannahavn. Hetta er ein roynd at savna so nógvar føroysk útisetar í Danmark saman til hugna og føroyskt samljóð.

Hetta verður skipað á ein tónleikaligan hátt við einum stórum konsertdegi. 22 føroyskir tónleikabólkar og einstaklingar koma at framføra hendan dagin.

Heimasíðan hjá mítt land lýsir dagin soleiðis:

“28. september 2013 verður fyri fyrstu ferð nakrantíð skipað fyri einum risastórum mentanar- og konserttiltaki fyri føroyingum í Danmark. Tiltakið hevur fingið heitið MÍTTLAND, sum er nýyrði, ið ætlast at lýsa júst tað, sum verður sett á skrá henda dagin, nevniliga heimlandið Føroyar.

Endamálið við hesum stóra mentunar- og konsert degi, MÍTTLAND, er at skapa ein pall og eitt tiltak, sum er fyri føroyingar í Danmark, og onnur fólk, sum hava áhuga fyri Føroyum og mentanini, sum vit ráða yvir. Alt sum verður at uppliva hendan stóra dagin, er føroyskt. Allur tónleikur er føroyskur, eins og matur og sniðgivin klædnapløgg eru úr Føroyum.

Á Femøren við Oyrasund á Amager hava vit stóran pall við øllum, sum hoyrir til av tøkni og ljósi, so okkara tónleikara fáa høvi at vísa seg frá teirra bestu síðu. Tiltakið MÍTTLAND fer at lýsa, hvørju vit eru og hvat vit eru, tá tað snýr seg um framførslu á palli, fyrst og fremst av tónleiki, men eisini sniðgávu og mati.

Sum skilst eru tað seld oman fyri túsund atgongumerki higartil, men enn er møguleiki at ogna sær atgongumerki.