Rættiliga nógv fólk var í býnum leygardagin og sambært stjóranum í Norðoyatunnlinum øktist ferðslan meira enn tað tvífalda og var munandi meira ferðsla í ár enn sama tunnilsdag undanfarin ár.
Rættiliga nógv fólk var í býnum leygardagin og sambært stjóranum í Norðoyatunnlinum øktist ferðslan meira enn tað tvífalda og var meira ferðsla enn sama tunnilsdag undanfarin ár.
Í meðal koyra 2050 akfør um samdøgri gjøgnum Norðoyatunnilin, men á Tunnilsdegnum leygardagin koyrdu 5.826 akfør gjøgnum tunnilin.
Til samanberingar kunnu vit nevna at í 2012 vóru (5456) akfør skrásett, í 2011 (5476), og í 2010 (5498).
Stjórin í Norðoyatunnlinum, Uni Danielsen, heldur at ein orsøk til vøksturin er uttan iva at klaksvíkingar duga sera væl at gera burtur úr og eru óførir at lýsa við handilstilboðum og tiltøkum.
Handlarnir í býnum lata eisini væl at skulu vit heilsa og siga.




