Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hóast smærru sjúkrahúsini umboða einans 10% av samlaðu útreiðslunum hjá Heilsuverkinum fáa tey mestu umrøðuna

John William Joensen

Nú landsstýrismaðurin í Heilsumálum hevur lagt fram álit til aðalorðaskifti um Heilsuverkið eru tað fleiri politikarar serliga úr miðøkinum sum tosað um at fremja rationaliseringar av Heilsuverkinum við at niðurleggja Klaksvíkar Sjúkrahús. Hetta er rættiliga óskiljandi tá veruleikin er tann at smærru sjúkrahúsini í dag einans eru ein sera lítil partur av samlaðu útreiðslunum (10%) hjá Føroyska Heilsuverkinum – men hava hinvegin eina sera stóra ávirkan á trivnaðin og tryggleikan hjá borgarum úti um landið.

Tá Landsstýrismaðurin í Heilsumálum var í sjónvarpinum var tað sjónligt at skuffilsið var stórt at í upplegginum var einki sagt um hvar í Heilsuverkinum ymisku viðgerirnar skulu verða og sjónvarpsverturin mundi spurt hví ongar ætlanir vóru at niðurleggja …… men so steðgaði hon á. 

Hyggja vit í feska fíggjarlógaruppskotið sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum legði fyri løgtingið, so er sera trupult at fáa eygað á hví ávísir politikarar í miðøkinum og onkur einstakur úr eysturoynni ferð eftir ferð vilja hava landskassan at skerja útreiðslurnar til smærru sjúkrahúsini.

Úr Fíggjarlógaruppskotinum 2014

Samlaðu netto útreiðslurnar hjá Landskassanum til Heilsumál í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 eru settar til 939,2 mió. Kr.

Millum størstu útreiðslu postarnar eru (rakstrarjáttan):

Landssjúkrahúsið 393,9 mió. (42%)

Serviðgerð uttanlands 143,2 mió. (15%)

Klaksvíkar Sjúkrahús 63 mió. (6,7%)

Suðuroyar Sjúkrahús 53,3 mió. (4%)

Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 far Klaksvíkar Sjúkrahús ein hækking í rakstrarjáttan sum svarar til lønarvøksturin.

14 ár uttan nevniverdugar íløgur á smærri sjúkrahúsunum

Á Fíggjarlógini seinastu 14 árini til og við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 hevur landskassin brúkt tilsamans 780,7 mió. kr. til íløgur í tey trý sjúkrahúsini.

Av hesum eru 96% brúktar á Landssjúkrahúsinum, 2,7% á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og 0,7 % á Suðuroyar Sjúkrahúsið.

Tað kann tí tykjast løgið at Klaksvíkar Sjúkrahús sum sambært nýggjastu tølunum einans umboðar millum 5% og 6% av samlaðu útreiðslunum í føroyska Heilsuverkinum, skal fáa so nógva rúmd í politiska orðskiftinum.